Korona áheitan

Góðu róðrarfeløg, nevndir, rógvarar og viðhaldsfólk kring landið.

Kappróðurin hevur, tíverri, aftur verið raktur av koronasmittu. 

Róðrarsamband Føroya heitir á øll, sum hava sína dagligu gongd í róðrarumhvørvinum at halda almennu tilmælini og til eina og hvørja tíð, fylgja við, hvørji tey eru.

https://corona.fo/tilmaeli?_l=fo

Um nakar hevur verið uttanlands, er blivin smittað/ur ella hevur verið í samband við smittaðan persón, so skulu almennu sóttarhaldsreglarnar fylgjast. 

Tað er egin ábyrgd, at reglarnar verða hildnar – og tað skal/má eisini gerast, uttan at nakar frá koronaráðgevingini ella landslæknaembætinum biðjur um tað.

https://corona.fo/sottarhald?_l=fo

Vit vilja fegin kunnast, um manning ella partur av manning eru rakt av smittuni. Kunningin er bert til innanhýsis nýtslu hjá umsiting og nevnd, og verður bert brúkt við atliti til stevnufyrireikingarnar. Kunningin kann/skal sendast við telduposti til [email protected] ella við at seta seg í samband við forkvinnuna, Anniku V. Dalsgarð á teldupost, messenger ella telefon.  

Vit gleða okkum til eitt smittufrítt summar, har vit øll kunnu samlast um kappróðurin

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1782841325650
ÚRSLIT FJARÐASTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-07-03 205616
STROYMING BARNARÓÐUR FJARÐASTEVNA 2026
fb_img_1782841229955
MANNINGAR Á FJARÐASTEVNA 2026
fb_img_1782841295808
STARTRØÐ - FJARÐASTEVNA 2026
fb_img_1781630029710
ÚRSLIT JÓANSØKA 2026
avluxjs26
STROYMING BARNARÓÐUR JÓANSØKA 2026
1 2 3 90
Scroll to Top