Kappingar í inniróðri

Høvuðsstuðul

Heimligu kappingarnar í inniróðri eru byrjaðar, har tvey av fýra Grand Prix umførum hava verið í ávikavist Sørvági og Kollafirði. Triðja umfar verður í róðrarneystinum á Argjum, leygardagin 11. desember, og 4. umfar og FM verður í høllini við Streymin, 12. mars 2022.

Gott 90 luttakarar hava melda seg til eina ella fleiri kappingar. Freistin at melda til er mánakvøld innan hvørja kapping á heimasíðuni innirodur.rsf.fo – neyðugt er at skráseta seg fyri at kunna melda til kapping.

Altjóða kappingar hava undanfarna árið verið skipaðar sum netbornar (on-line) kappingar og føroysku luttakararnir hava staðið seg sera væl. RSF skipar hetta kappingarárið fyri DM, EM, HM og NM, meðan luttakararnir sjálvir skipa fyri øðrum netbornum kappingum.

Fyrsta netborna kappingin verður leygardagin 4. desember (The Mizuno British Rowing Indoor Championships). 7 føroyskir luttakarar vera við, og tað ber til at fylgja við á Facebook síðuni hjá British Rowing.

Føroysku luttakararnir eru Sarita Kristina Hansen, Bergur Robert Dam Jensen, Vár Guriardóttir Hansen, Zoe Dickson, Símun Tórur Joen-Jacobsen, Tórur Paulason og Mattias Durhuus.

Altjóða kappingar eru EM í Jønkøping 29-30. januar, DM í Keypmannahavn 5. februar, HM í Hamburg 25. og 26. februar og NM/Open Nordic tann 19. mars 2022. Upprunaliga ætlanin var, at allar kappingar skuldu skipast á staðnum, men farsóttin hevur higartil gjørt, at HM verður broytt og skal skipast sum netborin kapping.

FLEIRI TÍÐINDI

FB_IMG_1749976334024
ÚRSLIT JÓANSØKA 2025
FB_IMG_1749976346254
NÝGGJAR STARTTÍÐIR TIL ÚTSETTA JÓANSØKARÓÐURIN 22. JUNI
Logo_redigeret
JÓANSØKURÓÐURIN 2025 ER ÚTSETTUR TIL SUNNUDAGIN 22. JUNI
FB_IMG_1749976477330
MANNINGAR Á JÓANSØKA 2025
FB_IMG_1749976368803
FLEIRI NÝGGIR VINNARAR Á SUNDALAGSSTEVNUNI
1000007407
ÚRSLIT SUNDALAGSSTEVNA 2025
1 2 3 69
Scroll to Top