Innstilling til ÍtróttaStjørnuskotið 2025

Norðagøtumaðurin Pauli Joensen, úr kappróðrarfelagnum Tindur, er innstillaður til Ársins ÍtróttaStjørnuskot 2025 – ein viðurkenning, ið verður latin ungum íðkarum, sum hava skarað framúr í undanfarna ári.

Ítróttasamband Føroya skrivar soleiði sum innstillingina hjá Paula
“2025 hevur verið eitt framúr menningarár hjá Paula Joensen. 

Hann er lítillátin av lyndi, men ein verulig maskina, tá hann rør. Hann arbeiðir miðvíst, disiplinerað og við stórum áræði. Tað sæst aftur í úrslitunum. Hann er ein fjølbroyttur íðkari, ið stendur seg væl bæði á stuttu og longu teinunum.

Í fyrru árshálvu luttók Pauli bæði í Føroya-, Danmarks-, Norðurlanda- og Heimsmeistarakappingini. Úrslitini prógva støðuga framburðin, menningina og framtíðarpotentialið.

Í seinnu seinnu hálvu vann Pauli allar grand prix kappingarnar hjá RSF sannførandi, og hann tók lut í Bretska meistaraheitinum, eisini kalla BRIC – í bólkinum junior 2. Har vann hann tvær bronsu, tríggjar silvur og eina gull.

Hann hevur bøtt um tíðina – og sostatt sett persónligt met – til hvørja einastu kapping. Hetta er ein greið ábending um, at Pauli er á rættari leið, og at hann kann fara heilt til tops í altjóða inniróðri.

Pauli Joensen er í øllum lutum ein íðkari, sum hevur flutt seg langt eftir stuttari tíð. Hann vísir áhaldni, áræði, menning – og eitt framtíðarpotentiali, sum er óvanliga lovandi.”

Í kapping við Paula Joensen, um heiðurin “Ársins ÍtróttaStjørnuskot 2025” eru, U21 Menn Landslið – hondbóltur og amboðsfimleikarin Marin Danielsen.

Róðrarsamband Føroya ynskir Paula, hjartaliga tillukku við innstillingini.

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. februar 2026 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

FLEIRI TÍÐINDI

dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
Vár Beach Sprint
Vár til EM í Beach Sprint
20251004_151621-scaled
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
1 2 3 … 93
Scroll to Top