Føroya Skipara- og Navigatørfelag Stórstuðul í 2026

Føroya Skipara- og Navigatørfelag framhaldandi stórstuðul hjá Róðrarsambandi Føroya

Róðrarsamband Føroya og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava longt um stuðulssamstarvið, so FSN eisini í 2026 verður stórstuðul hjá RSF.

RSF hevur verið ógvuliga fegið um góða samstarvið í 2025, og tí gleðir tað okkum, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag framhaldandi vil vera ein virkin viðspælari í arbeiðinum at menna føroyskan kappróður. Við at leingja samstarvið verður framvegis dentur lagdur á at styrkja karmarnar hjá børnum og ungum, sum dagliga finna gleði og felagsskap í føroyska kappróðrinum.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur í mong ár tikið undir við tiltøkum, ið fremja trygd, trivnað og menning í føroyska samfelagnum. Við stuðlinum til Róðrarsamband Føroya verður eisini víst á týdningin av, at børn og ung hava góðar møguleikar at luttaka í ítrótti – í einum sunnum felagsskapi, sum styrkir bæði kropsliga og sosiala trivnaðin.

RSF fegnast eisini um samstarvið, sum gevur feløgunum kring landið betri møguleikar at røkka fleiri ungum, bæði gjøgnum kappróðurin um summarið og inniróðurin í vetrarhálvuni. Hetta merkir, at rógvarar kunnu njóta eitt fjølbroytt og sunt ítróttarlív alt árið.

Formaðurin í RSF, Petur Hansen, fegnast um, at samstarvið heldur fram:

– Vit eru sera fegin um, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur valt at leingja samstarvið við Róðrarsamband Føroya. Stuðulin hevur stóran týdning fyri arbeiðið at menna føroyskan kappróður og at tryggja góðar karmar fyri børn og ung kring landið. Við slíkum samstarvum kunnu vit halda fram við at styrkja feløgini og skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi fyri rógvarar – bæði á sjónum og í inniróðri.

Við hesum stuðli verður ikki bara arbeitt fyri góðum úrslitum í bátinum ella á rógvimaskinuni, men eisini fyri einum tryggum og sunnum felagsskapi, sum kann vera við til at menna børn og ung – bæði kropsliga og mentalt – til gagns fyri feløgini og føroyska samfelagið sum heild.

FLEIRI TÍÐINDI

dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
Vár Beach Sprint
Vár til EM í Beach Sprint
20251004_151621-scaled
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
1 2 3 … 93
Scroll to Top