Føroya Skipara- og Navigatørfelag Stórstuðul í 2026

Føroya Skipara- og Navigatørfelag framhaldandi stórstuðul hjá Róðrarsambandi Føroya

Róðrarsamband Føroya og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava longt um stuðulssamstarvið, so FSN eisini í 2026 verður stórstuðul hjá RSF.

RSF hevur verið ógvuliga fegið um góða samstarvið í 2025, og tí gleðir tað okkum, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag framhaldandi vil vera ein virkin viðspælari í arbeiðinum at menna føroyskan kappróður. Við at leingja samstarvið verður framvegis dentur lagdur á at styrkja karmarnar hjá børnum og ungum, sum dagliga finna gleði og felagsskap í føroyska kappróðrinum.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur í mong ár tikið undir við tiltøkum, ið fremja trygd, trivnað og menning í føroyska samfelagnum. Við stuðlinum til Róðrarsamband Føroya verður eisini víst á týdningin av, at børn og ung hava góðar møguleikar at luttaka í ítrótti – í einum sunnum felagsskapi, sum styrkir bæði kropsliga og sosiala trivnaðin.

RSF fegnast eisini um samstarvið, sum gevur feløgunum kring landið betri møguleikar at røkka fleiri ungum, bæði gjøgnum kappróðurin um summarið og inniróðurin í vetrarhálvuni. Hetta merkir, at rógvarar kunnu njóta eitt fjølbroytt og sunt ítróttarlív alt árið.

Formaðurin í RSF, Petur Hansen, fegnast um, at samstarvið heldur fram:

Vit eru sera fegin um, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur valt at leingja samstarvið við Róðrarsamband Føroya. Stuðulin hevur stóran týdning fyri arbeiðið at menna føroyskan kappróður og at tryggja góðar karmar fyri børn og ung kring landið. Við slíkum samstarvum kunnu vit halda fram við at styrkja feløgini og skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi fyri rógvarar – bæði á sjónum og í inniróðri.

Við hesum stuðli verður ikki bara arbeitt fyri góðum úrslitum í bátinum ella á rógvimaskinuni, men eisini fyri einum tryggum og sunnum felagsskapi, sum kann vera við til at menna børn og ung – bæði kropsliga og mentalt – til gagns fyri feløgini og føroyska samfelagið sum heild.

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1778871903675
STROYMING ÓDNARTAK 2 - 2026
FB_IMG_1752657248605
ÚRSLIT ÓDNARTAK 2 – 2026 (EIÐI)
fb_img_1778882261032
MANNINGAR TIL ÓDNARTAK 2 - 2026
525204420_741859171923593_2043457191518796664_n
Ódnartøk á Eiði: Upptakt
FB_IMG_1778620123588
STARTRØÐ - ÓDNARTAK 2 - 2026 - Á EIÐI
Trygd og RSF undirskriva sáttmála
Trygd er Nýggjur Høvuðsstuðul hjá RSF
1 2 3 87
Scroll to Top