Elektron Stórstuðul

Elektron nýggjur stórstuðul hjá Róðrarsambandi Føroya

Róðrarsamband Føroya og Elektron hava undirskrivað ein 3-ára stuðulssáttmála. Við nýggja samstarvinum verður Elektron ein av við spælarunum hjá RSF og kemur at stuðla arbeiðinum at menna og styrkja føroyskan kappróður komandi árini.

Stuðulin fer til virksemið hjá Róðrarsambandinum, sum arbeiðir miðvíst fyri at bøta um karmarnar kring kappróðurin og at menna ítróttin – frá breidd til úrval og altjóða luttøku.

Áhugin fyri kappróðri hevur verið vaksandi seinastu árini. Fleiri børn og ung byrja at rógva, virksemið hjá feløgunum veksur, og føroyskir rógvarar gera seg eisini galdandi í altjóða kappingum. Tað ger stuðul frá samstarvspørtum sum Elektron sera týdningarmiklan.

“Vit eru sera fegin um nýggja samstarvið við Elektron. Stuðlar sum Elektron gera tað møguligt hjá okkum at menna kappróðurin víðari – bæði við fleiri tiltøkum, sterkari landsliðsarbeiði og betri karmum kring ítróttin. Samstundis er tað ein greiður boðskapur um, at føroyskt vinnulív trýr upp á kappróðurin og tey virðir, sum ítrótturin stendur fyri”, sigur Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya.

Róðrarsamband Føroya fegnast um samstarvið og sær fram til eitt gott samstarv við Elektron komandi árini.

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top