Dómarir og umboð fyri RSF á trygdarskeið

Í vetur hava umboð fyri nevnd og umsiting í Róðrarsambandinum, dómarar og umboð fyri róðrarfeløg arbeitt við at gera eina trygdarætlan fyri føroyskan kappróður.

 

Trygdarætlanin skal tryggja, at tey sum eru við til at skipa og avgreiða kappróður, eru fyrireikað upp á eina og hvørja uppgávu, sum kann koma fyri í sambandi við avgreiðslu av kappróðri.

 

Dómarar og umboð hjá Róðrarsambandinum hava í hesum sambandi verið á trygdarskeið á deildini hjá  Vinnuháskúlanum við Áir. Skeiðið var snikkað saman, so tað hóskaði til tær uppgávur, sum kunnu koma fyri. Dentur varð tí millum annað lagdur á  lívbjargandi 1. hjálp og at fáa fólk upp út sjónum.

 

FLEIRI TÍÐINDI

Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
fb_img_1784734374975
ÚRSLIT ÓLAVSØKA 2026
Udklip
STROYMING BARNARÓÐUR - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784734449661
MANNINGAR Á ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784734365285
STARTRØÐ - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784035373943
ÚRSLIT SUNDALAGSSTEVNA 2026
1 2 3 93
Scroll to Top