Í vetur hava umboð fyri nevnd og umsiting í Róðrarsambandinum, dómarar og umboð fyri róðrarfeløg arbeitt við at gera eina trygdarætlan fyri føroyskan kappróður.
Trygdarætlanin skal tryggja, at tey sum eru við til at skipa og avgreiða kappróður, eru fyrireikað upp á eina og hvørja uppgávu, sum kann koma fyri í sambandi við avgreiðslu av kappróðri.
Dómarar og umboð hjá Róðrarsambandinum hava í hesum sambandi verið á trygdarskeið á deildini hjá Vinnuháskúlanum við Áir. Skeiðið var snikkað saman, so tað hóskaði til tær uppgávur, sum kunnu koma fyri. Dentur varð tí millum annað lagdur á lívbjargandi 1. hjálp og at fáa fólk upp út sjónum.