ÁRSAÐALFUNDUR 2024

Leygardagin 20. mars 2024 bjóðaði Róðrarsambandið róðrarfeløgum á árliga aðalfundin, sum var hildin í fundarhølunum hjá Ítróttarsambandinum á Eystaru Bryggju í Havn.

Feløgini kundu hvørt hava 3 umboð við á aðalfund, og umleið 60 fólk vóru møttu íalt frá teim 22 umboðaðu feløgunum, harav 20 høvdu atkvøðurætt.

Nógv evnir vóru á skrá, harímillum 17 lógar- og broytingaruppskot, rekkjufylgja av FM-róðrum í 2024, ódnartøk 2024 og stevnudagfesting 2025.

Onki uppskot kom inn til tvey nýggj nevndarumboð, so nevndin skal komandi árið arbeiðia undirmannað við 4 nevndarlimum, sum eru:

  • Annika V. Dalsgarð, forkvinna
  • Elsa Magnussen, næstforkvinna
  • Petur Hansen, skrivari
  • Hugo Skorastein, nevndarlimur

Dómsnevndarumboðini seinastu árini halda á fram.

Broyttu lógirnar síggjast á heimasíðuni rsf.fo:

Lóg fyri Róðrarsamband Føroya
Lóg um kappingarreglur
Lóg um inniróður

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1784035366238
STARTRØÐ - SUNDALAGSSTEVNA 2026
fb_img_1783371312010
ÚRSLIT VESTANSTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-07-06 220838
STROYMING BARNARÓÐUR - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371430310
MANNINGAR Á VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371356861
STARTRØÐ - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1782841325650
ÚRSLIT FJARÐASTEVNA 2026
1 2 3 91
Scroll to Top