VER STUÐUL HJÁ RSF

Høvuðsstuðul

VER STUÐUL HJÁ RSF OG STUÐLA TJÓÐARÍTRÓTTINI

Føroyski kappróðurin er í støðugari menning, talið av íðkarum og bátum í føroyskum kappróðri er hækkað munandi seinastu árini – og hugurin til kappróður er størri enn nakrantíð.

Inniróður er í stórari menning bæði í Føroyum og í altjóða høpi. Seinastu nógvu árini hava vit fingið heimsmeistarar og evropameistarar í hópatali. Føroyskir rógvarar eru sostatt kendir á fremstu pallum í útlondum og eru við til at seta Føroyar á heimskortið.

Ver við í menningini og stuðla okkum í at náa enn fleiri og størri úrslit.

Sum stuðul hjá Róðrarsambandi Føroya fært tú stóra sjónligheit bæði í Føroyum og uttanlands.

RSF er virkið og sjónligt árið runt bæði í føroyskum kappróðri og inniróðri. Harafturat er RSF virkið og sjónligt í sambandi við skúlaleikir, Føroyaleikir, 1. skúladag á Glasi og onnur tiltøk, so sum PULS á torginum í SMS.

Landsliðið er uttanlands 2-3 ferðir um árið til DM og til EM og HM, sum verður hildið runt um í heiminum. Føroysku rógvararnir eru millum heimsins bestu og eru tí sjónligir á heimsins pallum, eins og landsliðið fær nógva umtalu í føroysku miðlunum eftir altjóða kappingar.

RSF hevur 3 heimasíður: www.rsf.fo, www.innirodur.rsf.fo og www.urslit.fo við nógvum vitjandi. Í mai, juni og juli í 2023 vóru í miðal fleiri enn 59.000 vitjandi á www.rsf.fo. Á kappingardøgum eru heilt upp í 9.000 vitjandi.

RSF hevur fleiri enn 2.000 fylgjarar á Facebook og fleiri enn 1.200 fylgjarar á Instagram.

Vit stroyma kappingarnar í inniróðri og ódnartøkini á okkara egnu Youtube kanal, og vit hava eina kappróðrarsending á Rás 2.

RSF hevur sostatt fleiri lýsingarmøguleikar, sum verða settir saman júst eftir tínum tørvi.

Vit kunnu eitt nú bjóða:

  • Búðmerki á heimasíðurnar rsf.fo, www.innirodur.rsf.fo og www.urslit.fo

  • Pop-up lýsing ávís støð á heimasíðunum

  • Búmerki á tíðindastubbar, sum umrøða ymiskar kappingar og tiltøk

  • Lýsing í kappróðrarsending á Rás 2

  • Frámerki á sosialu miðlunum Facebook og Instagram

  • Myndalýsing á stoymingini til ódnartøk og inniróður

  • Búmerki á rógvimaskinur

  • Búmerki á landsliðsbúnan

  • Møguleika at brúka landsliðsrógvarar í marknaðarføring

  • Møguleika at vísa vøru o.a. fram til tiltøk og kappingar
Scroll to Top