Aðalfundur hjá Róðrarsambandi Føroya

Leygardagin 15. mars var árligi aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum hildin í hølunum hjá ÍSF á Eystaru Bryggju. Á skrá var millum annað val av nevndum, stevnudagfesting og viðgerð av 12 lógar- og broytingaruppskotum.

Feløgini vóru væl møtt til fundin. Fundurin byrjaði við at formaðurin, Petur Hansen, greiddi frá virksemi sambandsins tað seinasta árið, og roknskapurin varð lagdur fram.

Fýra nevndarlimir og ein eykalimur stóðu fyri vali, og valdu tey øll at taka við afturvali. Onki annað uppskot var komið inn, og tí vóru tey einmælt vald inn, og er nevndin í róðrarsambandinum tí mannað soleiðis. Formliga skipar nevndin seg við kappingarleiðara og kassameistara til næsta nevndarfund.


– Petur Hansen, formaður

– Vár Guriardóttir Hansen, næstforkvinna

– Unn Eldevig

– Henrik Rahbek

– Mira Winther Klit

– Rebekka Jacobsen

– Jógvan Zacharias Midjord, eykalimur (vantar á myndini)

Dómsnevndarumboðini seinastu árini halda á fram.

Afturvaldi formaðurin Petur Hansen sigur soleiðis um komandi árið:
“Nú hevur hendan nevndin arbeitt saman í gott hálvt ár, og áralagið hevur verið gott, sum mann sigur. Vit fegnast um tað álit, feløgini vísa okkum og eru spent at arbeiða víðari uppá ymisk mál, sum sjøtul er settur á. Kappróðurin inni sum úti er í rúkandi menning, hetta setur krøv, og vit eru klár at lyfta kappróðurin enn longur fram á leið.”

Vit ynskja nevndarlimunum til lukku við afturvalinum og blíðan byrð í tíðini, sum kemur.

 

 

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top