Aðalfundur 2020

Høvuðsstuðul

Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya verður leygardagin 28. mars 2020, kl. 12.00 í ÍSF-húsinum við hesi skrá:

1. Val av orðstýrara

2. Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Ásetan av stevnudagfesting til næsta kappingarár
6. Ásetan av atgongumerkjaprísi

7. Val av nevndar- og tiltakslimum
8. Ymiskt

Ymiskt úr lógini:

Hvørt felag hevur rætt til trý umboð á aðalfundinum, har tó bert eitt hevur atkvøðurætt. RSF heitir á feløgini um at boða RSF frá, hvussu nógv umboð koma.

Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu verða RSF í hendi seinasta lagi 30 dagar fyri aðalfundin, og er hetta hósdagin 27. februar 2020 kl. 24:00. Uppskotini skulu sendast til rsf@rsf.fo

Felag, ið hevur havt og hevur stevnu, hevur møtiskyldu.

Tey feløg, sum ikki møta á aðalfundinum, fáa ongan pening úr Stevnugrunninum, jf. grein 5 í lógunum fyri RSF.

Uppskot í samband við nevndarval skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin. Hetta er 14. mars 2020 kl. 24:00.

Formaðurin, tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir standa fyri vali. Eisini skulu veljast ein dómsnevndarlimur og ein varalimur fyri dómsnevndarlimin. RSF heitir á feløgini at boða frá, um tey hava umboð, sum eru áhugaði at stilla upp til valið.

FLEIRI TÍÐINDI

20230929_182103
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
20231209_114350
STARTRØÐ – GRANDPRIX 1 – 2025
IMG_6933
Tíðindaskriv: Nýggj nevnd í Róðrarsamband Føroya
20221008_123100-scaled
TILMELDING TIL GRANDPRIX 2024-2025 OPIN
stroyming-grandprix-2-8211-2023-24-9Qn9oLIVNcw
KUNNING UM VEKTFLOKKAR OG ALDURSBÓLKAR
1 2 3 59
Scroll to Top