Norðoyastevnan: Samandráttur

Ein minnilig Norðoyastevna setti hol á FM-kappróðurin 2026
Leygardagin 30. mai varð hol sett á FM-kappróðurin 2026, tá árligi norðoyastevnuróðurin varð rógvin í Klaksvík. Og tað gjørdist ein byrjan, sum á mangan hátt vísti styrkina í føroyskum kappróðri.

Heili 94 manningar løgdu til brots á vánni í Klaksvík, og harvið gjørdist ársins norðoyastevnuróður næststørsti norðoyastevnuróður nakrantíð. Tað stóra luttakaratalið vísir, at áhugin fyri tjóðarítrótti okkara framvegis stendur sterkur – bæði millum børn, ung og vaksin.

Undan vikuskiftinum hevði veðurforsøgnin annars boðað frá einum sera vátum leygardegi við nógvum regni. Og hóast nøkur ógvuslig æl gjørdu vart við seg, serliga meðan barnaróðurin varð rógvin, gjørdist dagurin munandi betri enn væntað. Um 15-tíðina batnaði veðrið, og restina av degnum hildu umstøðurnar sær hampiliga góðar, tó við onkrum ælið.

Tað skiftandi veðrið tók tó ikki hugin frá áskoðarunum. Nógv fólk høvdu leitað sær oman á keiøkið í Klaksvík, har spentir fjepparar fylgdu við, meðan ársins fyrstu FM-stig vórðu býtt út.

Í ár var eisini ein heilt serligur dámur yvir norðoyastevnuna og róðrinum. Klaksvíkar Róðrarfelag hátíðarheldur í ár, at 90 ár eru liðin síðani fyrsti norðoyastevnuna, og felagið hevði lagt stóra orku í at skapa góðar karmar kring dagin. Stóra tjaldið, spíranir, básarnir og lívið á økinum gjørdu sítt til, at dagurin gjørdist ein sonn róðrarveitsla í Klaksvík.

Sterkar manningar og spennandi FM-stríð í væntu
Á sjónum fingu áskoðararnir eisini nógv at gleðast yvur. Fyrsti róðurin í einum nýggjum kappingarári er altíð serligur. Summar manningar skulu vísa, at tær framvegis eru at rokna við, onkur flytur eina bátastødd upp, meðan aðrar skulu prógva, at tær kunnu bjóða oddinum av.

Og norðoyastevnuróðurin gav fleiri áhugaverdar ábendingar.

Nakrar manningar løgdu hart út og vunnu sannførandi sigrar, meðan aðrir róðrar vístu, at FM-stríðið kann gerast bæði javnt og spennandi í summar. Fleiri nýggjar manningar meldaðu seg inn í kappingina, samstundis sum fleiri av royndu manningunum vístu, at tær framvegis ætla sær at vera við heilt frammi.

Serliga stuttligt var at síggja stóru undirtøkuna í yngru róðrunum. Barnaróðurin og ungdómsróðrarnir vóru væl mannaðir, og nógv nýggj andlit vóru at síggja í bátunum. Tað boðar frá góðum fyri framtíðina hjá føroyskum kappróðri.

Ein góð byrjan upp á summarið
Norðoyastevnuróðurin 2026 gjørdist ein dagur, har søga og framtíð hittust. Ein 90 ára gomul stevna varð hátíðarhildin, samstundis sum næsta ættarlið av føroyskum rógvarum tók síni fyrstu tøk í einum nýggjum FM-ári.

Róðrarsamband Føroya vil takka Klaksvíkar Róðrarfelag fyri eitt væl fyriskipað tiltak og fyri teir góðu karmarnar kring ársins fyrsta FM-róður.

Við 94 bátum, nógvum áskoðarum og spennandi kappingum er grundarlagið lagt fyri eitt spennandi róðrarsummar.

FM-kappingin 2026 er farin í gongd. Vit síggjast á eystanstevnu 13. juni.

Vinnarar á Norðoyastevnu 2026

🏆 Barnaróður gentur: Tekla, KRF
🏆 Barnaróður dreingir: Fípan Fagra, KRF
🏆 Gentur 14–16 ár: Pílur, RK
🏆 Dreingir 14–16 ár: Teistin, AR
🏆 Gentur 17–18 ár: Sílið, HR
🏆 Dreingir 17–18 ár: Fípan Fagra, KRF
🏆 5-mannafør kvinnur: Fípan Fagra
🏆 6-mannafør kvinnur: Víkingur, HR
🏆 6-mannafør menn: Smyril, VK
🏆 8-mannafør: Ørvur, HR
🏆 10-mannafør: Havnarbáturin, HR

FLEIRI TÍÐINDI

Coastal Rowing (1)
Føroysk heiðursmerkir í Beach Sprint kapping
Norðoyastevnuróður 2026
Norðoyastevnan: Samandráttur
fb_img_1780101030347
ÚRSLIT NORÐOYASTEVNA 2026
fb_img_1780099859094
MANNINGAR Á NÓRDOYASTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-05-30 015849
STROYMING BARNARÓÐUR Á NORÐOYASTEVNU 2026
fb_img_1779801966333
STARTRØÐ - NORÐOYASTEVNA 2026
1 2 3 88
Scroll to Top