Tilmeldingarlistin til FM í inniróðri 2018

Dagført 9. mars kl. 21.45

Her eru nøvnini á teimum, ið eru tilmeldað FM í inniróðri 10. mars 2018. Um so er, at onkur manglar á listanum, vinarliga sendið ein mail til [email protected], upplýsið navn, føðidato og felag, um tit skulu rógva einkultstart, liðkapping ella bæði, um tað er lættvekt ella tungvekt. Til liðkappingina skulu vit vita nøvnini á øllum rógvarnum á bátinum og navni á bátinum (liðnum).

Mikukvøldið 7. mars 2018 uml. kl 21 kemur startlistin út og nærri kunning um kappingina.

TILMELDINGARLISTEN (tilmeld.roning.dk)

STARTLISTIN

Onnur kunning

Innviging: Allir lættvektarar og allir luttakarar í liðkappingini (børn og vaksin), skulu vigast. Viging verður í tíðarskeiðnum 08:00 til 09:30. Ongin viging verður seinni um dagin!

Tann endaligi luttakaralistin og tíðinar, nær teir ymisku bólkarnir byrja, síggjast via leinkjuna omanfyri.

Tað verður møguligt at keypa kaffi, te, sunkist, kaku og toast úti í gongini. Tað er liðið hjá G10 hjá Neistanum, ið selja í sambandi við, at tey skulu til Partille Cup í summar.

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top