Hetta vikuskiftið hevur HM í inniróðri verið í amerikanska býnum Alexandria í statinum Virginia. Róðrarsamband Føroya hevði úttikið 6 rógvarar og kom tann føroyski hópurin til Alexandria hósdagin. Har hava tey vant saman við rógvarum úr øllum heiminum og annars fyrireika seg til sjálva kappingina, sum var í gjár sunnudagin 18. februar.
Hetta er fyrstu ferð, at altjóða róðrarsamgongan FISA (Fédération Internationale des Sociétés d’Aviron) leggur navn til HM kappingina. Undanfarin ár hava líknandi kappingar verið óalmennar meistarakappingar, hóast heimselitan hevur luttikið. Óalmenna meistarakappingin, sum undanfarin ár hevur verið í Boston, var í ár flutt til Alexandria, og er ætlanin, at hon skal flyta runt í USA. Hetta er eitt greitt tekin um, at altjóða róðrarsamgongan vil geva inniróðrinum betur sømdir.
At kappingin nú var flutt til annan fyrireikara enn í Boston, merktu bæði rógvarar og áskoðarar. Tíðliga sunnudagin kundi staðfestast, at tað tøkniliga riggaði ikki væl. Millum annað sóu rógvararnir ikki sínar kappingarneytar á skerminum á rógvimaskinuni. Hetta vistu teir ikki og tí vóru tað fleiri, sum ikki vistu hvar tey lógu í mun til tey, sum tey kappaðust ímóti. Hetta hevði við sær, at tá róðrarnir vóru avgreiddir, var nógv ørkymlan um endaliga úrslitið og í fleiri førum máttu rógvararnir bíða leingi, fyri at fáa endaliga úrslitið váttað. Afturat hesum gjørdist trupult at fáa úrslitini út, av tí at einki internet samband var í høllini, har kappingin var, eins og at telefonsambandið var sera avmarkað.
Tá dagurin var liðugur kundi tó staðfestast, at føroysku rógvararnir høvdu staðið seg sera væl, og at Føroyar høvdu fingið enn ein heimsmeistara í inniróðri, eins og fleiri onnur góð úrslit. Tað var í lættvektsbólkinum hjá monnum 40 – 49 ár, at Jens Kristian Dam vann eitt gullheiðursmerki á 2000 metra teininum. Afturat hesum vunnu Føroyar eitt bronsuheiðursmerki í lættvektsbólkinum hjá kvinnum 30 – 39 ár, har Ingibjørg Thomsen róði seg til eitt triðja pláss.
Hinir fýra føroysku rógvararnir Toni Dam, Bergur Dam Jensen, Sarita Kristina Hansen og Elsa Magnussen stóðu seg somuleiðis sera væl. Hjá Toni Dam gjørdist talan um eitt sætta pláss í tungvektsbólkinum hjá monnum 50 – 55 ár. Bergur Dam Jensen fekk eitt fjórða pláss í lættvektsbólkinum hjá monnum 30 – 39 ár, meðan Sarita Kristina Hansen róði seg til eitt sætta pláss í opna lættvektsbólkinum hjá kvinnum og Elsa Magnussen eitt fjórða pláss í tungvektsbólkinum hjá kvinnum 30 – 39 ár.
Afturat sjálvari HM kappingini var ein sokallað Erg Sprints Challenge hildin sunnudagin, har kappast varð á 500 metrum. Hetta var ikki ein almenn heimsmeistarakapping, men luttóku nógvir av rógvarunum, ið eisini luttóku til HM kappingina. Her vóru føroysku rógvararnir eisini tilmeldaðir. Føroysku rógvararnir smæddust ikki burtur og gjørdist talan um heiðursmerkir til allar okkara rógvarar á 500 metra teininum.
Føroyska ferðalagið byrjar drúgvu heimferðina úr Alexandria seinnapartin í dag, mánadag, og væntast aftur í Føroyum seinnapartin týsdag.
Niðanfyri síggjast øll úrslitini hjá føroysku rógvarunum.
HM kappingin
Jens Kristian Dam gull við tíðini 6:39,6
Ingibjørg Thomsen bronsa við tíðini 7:39,7
Bergur Dam Jensen fjórðapláss 6:31,5
Elsa Magnussen fjórðapláss við tíðini 7:10,4
Sarita Kristina Hansen sættapláss við tíðini 7:24,7
Toni Dam sættapláss við tíðini 6:27,5
Erg Sprints Challenge
Bergur Dam Jensen gull við tíðini 1:25,6
Elsa Magnussen silur við tíðini 1:37,0
Sarita Kristina Hansen silvur við tíðini 1:41,0
Jens Kristian Dam silvur við tíðini 1:30,0
Toni Dam silvur við tíðini 1:26,7
Ingibjørg Thomsen silvur við tíðini 1:48,7