Róðrarsamband Føroya hevur havt fund við kappróðrarfeløgini í dag, um hvussu FM-kappróðurin skal skipast í ár.
Avgjørt varð, at allir FM-róðrar verða avgreiddir sum upprunaliga ætlað, tó tillagaðir við atlit at tilmælini um smittufyribyrging.
Hetta merkir millum annað, at eingir áskoðarir vera á økinum, og at longri verður millum róðrarnar.
Fyrsti róður verður í Klaksvík tann 6. juni 2020.
Neyvari kunning um skipan av róðrinum kemur áðrenn hvønn kappróður.
Nevndin