Róðrarsamband Føroya 40 ár

Tað eru 40 ár síðani, at Róðrarsamband Føroya varð sett á stovn.
 
Á ársfundi í 1979 legði Róðrardeildin undir Ítróttarsambandi Føroya fram soljóðandi uppskot: Ársfundurin gevur deildini heimild til at fyrireika sersamband fyri róður, harímillum kapping um búmerki, sum eisini kann nýtast sum heiðursmerki.
 
Tann 18. apríl 1980 varð boðað til fund til stovnan av Róðrarsambandi Føroya. Neyðugt varð at hava eykaaðalfund 14. maj 1980, har stovnan av Róðrarsambandi Føroya varð endaliga góðkend.
 
Í fyrstu starvsnevndina vóru valdir:
Formaður: Ísak Mikladal, Klaksvík
Næstformaður: Bjarni Berg, Skála
Skrivari: Dánjal Joensen, Kvívík
Eykamaður: Piddi Lamhauge, Runavík
 
Í 1980 vóru 60 bátsmanningar meldaðar til FM-róðrar, ið vóru á Norðoyastevnu, Eystanstevnu í Runavík, Jóansøku í Vági, Vestanstevna í Vestmanna og Ólavsøku
Luttøkugjaldið fyri hvørja bátsmanning var ásett til kr. 100,00.
 
RSF hevði eitt hall í roknskapinum á kr. 4.511,59 fyri árið 1980.
 
Í 1981 varð avgjørt at útskriva eina kapping um búmerki til RSF. Inn komu 56 uppskot, har uppskotið, ið Jákup Hjaltalin, Tórshavn hevði teknað, varð valt. Hann fekk kr. 2.000 í virðisløn.
 
Tann 12. februar 1981 heitti Havnar Róðrarfelag á RSF um at skipa fyri onkrum tiltaki til at skaffa pening til trongu fíggjarstøðuna hjá sambandinum. Tann 16. maj 1981 er kappróður á Havnar vág og dansur í Havnar Klubba. Tiltakið gav kr. 8.856,55, sum vóru settar í grunn, at keypa amboð fyri.

FLEIRI TÍÐINDI

Ódnartøk 2026 - svart og hvítt
Ódnartøk 2026
RSF_Lit_Transparent (1)
Nevndarval í RSF
WRVICH 2026 landsliðsúttøka
Landsliðsúttøka til HM í inniróðri 2026
 MyRowingPhoto
HM í inniróðri 2026
Silvur-i-singapore-scaled
Innstilling til Ítróttanavnið 2025
Vár 46
Franskur meistari á 500m
1 2 3 80
Scroll to Top