Úttøkan til EM og DM

Høvuðsstuðul

Eftir lokna kapping inniróðri í dag í róðrarneystinum á Argjum hevur RSF úttikið rógvararnar, sum fara at luttaka í DM-kappingini í Gladsaxe 28. januar og í opnu EM-kappingini í París 4. februar. Tað verða teir ungu rógvararnir, sum fara at luttaka í DM, meðan teir 18 ára gomlu og eldri fara til EM. Í fjør vísti RSF á, at sambandið fór at brúka meira orku uppá teir yngru rógvararnar, tvs. 39 ár og yngri, tó ongin forðing varð fyri, at rógvarar uttanfyri málbólkin av egnum ynski kunnu koma við. Í ár hava Toni Dam og Jens Kristjan Dam valt at koma við til EM.

Til DM fara:
Unnur á Tórgarði, sum luttekur í bólkinum gentur 13 ár
Lea T. Johansen, sum luttekur í bólkinum gentur 14 ár
Kristianna Skarpheðinsdóttir, sum luttekur í bólkinum gentur 14 ár
Jannik Dalfoss, sum luttekur í bólkinum dreingir 14 ár
Nikoba í Gong, sum luttekur í bólkinum gentur 15 ár
Brandur Kjølbro, sum luttekur í bólkinum dreingir 16 ár

Til EM fara:
Steinar W. á Tórgarði, sum luttekur í bólkinum menn U19 tungvekt
Hávar Patursson, sum luttekur í bólkinum menn U19 tungvekt
Sarita K. Hansen, sum luttekur í bólkinum kvinnur opinbólkur lættvekt
Kem Weihe, sum luttekur í bólkinum menn opin bólkur tungvekt
Inga Weihe, sum luttekur í bólkinum kvinnur opin bólkur tungvekt
Bergur Dam Jensen, sum luttekur í bólkinum menn 30-39 ár lættvekt
Elsa Magnussen, sum luttekur í bólkinum kvinnur 30-39 ár tungvekt
Róland Michelsen, sum luttekur í bólkinum menn 30-39 ár tungvekt
Jens Kristian Dam, sum luttekur í bólkinum menn 40-49 ár lættvekt
Toni Dam, sum luttekur í bólkinum menn 40-49 ár tungvekt

FLEIRI TÍÐINDI

FB_IMG_1637426443882
E-RÓÐUR - INNIRÓÐUR FYRI ØLL
1000007902
STROYMING GRANDPRIX 2 – 2023-24
1000007901
ÚRSLIT GRANDPRIX 2 – 2023-2024
RSF_RSF_Lit_Transparent (1)
NÝGGJ STARTRØÐ TIL GRANDPRIX 2
20221008_144656-1-scaled
STARTRØÐ – GRANDPRIX 2 – 2023-2024
20230929_182103
Tilmeldingarfreist Grandprix 2
1 2 3 48
Scroll to Top