Móttøka fyri føroysku rógvarunum

Høvuðsstuðul

Ikki kann sigast annað enn, at tað gekk framúr hjá teimum ungu evnaríku rógvarunum, sum Róðrarsambandið hevði sent til kappingina um Danmarksmeistaraheiti í innandurarógving.

Heili 5 heiðursmerki og eitt 4. pláss. Tvey gull, tvey silvur, eina bronsu og eitt 4. pláss.
Hjá gentum 13 ár var Unnur Wenningsted á Tórgarði í serklassa, hon róði 776 m uppá 3 minuttir. Úrslitið hjá Unnur var so mikið gott, at um hon hevði róð saman við dreingunum í sama aldursbólki, hevði hon fingið silvur.Í gentur 14 ár stillaði Føroyar við tveimum luttakarum. Lea Tróndheim Johansen og Kristiannu Skarpheðinsdóttir. Lea og Kristianna hava verið ógvuliga tættar í úrtøkukappingunum sum hava verið í vetur, og so varð eisini í dag – bara ein metur var ímillum tær. Lea róði 1041 m og Kristianna 1040 m uppá fýra minuttir, og tær vóru langt frammanfyri nummar trý.

Fyrsti drongur, sum skuldi royna seg, var Jannik K. Dalfoss í bólkinum dreingir 14 ár. Og Jannik fekk tað, hann kom eftir – eina flotta bronsu – við at rógva 1144 m í 4 minuttir. Jannik hevur tikið seg nógv fram tað síðsta árið, og tað fyrsta hann segði, eftir hann hevði róð, var: “…í næsta ár taki eg allar!”, og tí trúgva vit í RSF, um hann verður eins íðinr sum hann hevur verið seinast árið.

So stóð Nikoba H. í Gong, gentur 15 ár, fyri tørni. Nikoba róði ein fantaskiskan róður, og skar góð 9 sekund av tíðini, sum hon róði í seinastu úttøkukapping. Nikoba kom á mál við tíðini 7.50.2, sum rakk til eitt klárt 2. pláss.

So skuldi seinasti føroyingurin royna seg, Brandur Kjøldbro, dreingir 16 ár. Vit vistu, at Brandur fór at fáa tað hart við at vinna seg uppá sigursskammilin. Hann var uppi ímóti dreingum, sum er úttiknir til danska landsliðið, sum hava fingið servenjing í longri tíð. Men Brandur gjørdi tað flott, so flott, sum hann kundi, og skar næstan 2 sekund av persónliga metinum, og við tíðini 6.36.7 kom hann inn á eitt klárt 4. pláss. vann sín bólk

Vit kunnu eisini nevna, at Sverri Sandberg Nielsen, sum rør í felagnum Danske studenters roklub, vann sín bólk við tíðini 05:49.2. Sverri verður eisini við í EM-kappingini í París komandi leygardag, har Føroyar eisini fara at luttaka.

Saman við Havnar Róðrarfelag skipar Róðrarsamband Føroya fyri almennari móttøku fyri ungu rógvarunum, tá tey koma aftur til Føroyar í morgin. Móttøkan verður sunnudagin kl. 1500 í hølunum hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri.

FLEIRI TÍÐINDI

FB_IMG_1747245023138
STARTRØÐ - ÓDNARTAK 3 - 2025 - Í NORÐRAGØTA
FB_IMG_1715291767421
ÚRSLIT ÓDNARTAK 2 – 2025 (MIÐVÁGUR)
FB_IMG_1746829005818
STROYMING ÓDNARTAK 2 - 2025
FB_IMG_1746828979420
MANNINGAR TIL ÓDNARTAK 2 2025
FB_IMG_1746719481475
STARTRØÐ - ÓDNARTAK 2 2025 Í MIÐVÁGI
IMG_0800
RÓÐRARSAMBANDIÐ Á TRYGDARSKEIÐ
1 2 3 66
Scroll to Top