Hvussu byrjaði tú við rógving?
– Hvat fekk teg at royna ítróttin fyrstu ferð, og hvat fekk teg at halda áfram?
Eg byrjaði í 2018. Eg var júst givin við fimleiki, og ein vinkona spurdi meg, um eg vildi koma við umborð á kappróðrarbátin Blikur. Longu til fyrstu venjing bleiv eg bundin. Framgongdin og viljin at blíva best gjørdi, at eg ikki slapp tí aftur.
Rógving var avbjóðandi, men eisini ótrúliga mennandi – bæði fysisk og mentalt – og tað helt meg koyrandi frá fyrsta degi.
Hvat dámar tær best við rógving?
– Er tað kappingin, felagsskapurin, venjingarnar ella okkurt heilt annað?
Mær dámar væl sjálva avbjóðingina, og at síggja hvussu langt eg klári at pressa meg. Tað gevur eina heilt serliga kenslu.
Sambondini og vinarbondini, sum mann byggir upp ígjøgnum ítróttin, merkja eisini ótrúliga nógv fyri meg.
Hvussu hevði tú lýst rógving sum ítrótt?
– Hvat er tað, sum ger hana serliga samanborið við aðrar ítróttir?
Rógving er ein ítróttur, har alt kroppurin arbeiðir samanhangandi. Hon er bæði teknisk, fysisk krevjandi og mentalt tung. Tú kanst ikki fjala teg – arbeiðið, tú leggur í, sæst beinleiðis í úrslitinum. Tað er tað, sum ger hana so serliga.
Hvussu stóran týdning hevur felagsskapurin í róðrarfelagnum fyri teg?
– Hvussu nógv merkir tað at venja og kappast saman við øðrum?
Tað hevur stóran týdning at hava onkran at venja saman við. Serliga í vetrarhálvuni kann tað kennast einsamalt, um tú altíð situr einsamøll á maskinuni. Tað at kunna sparra og fáa orku frá øðrum ger stóran mun. Felagskapur er heilt sikkurt ein avgerandi partur av ítrótti.
Hvat heldur tú, at rógving gevur tær – bæði likamliga og sálarliga?
– Hvussu ávirkar ítrótturin teg í gerandisdegnum?
Rógvingin merkir nógv fyri meg. Hon hevur ment meg nógv – likamliga gjørdist eg sterkari og betri fyri, og sálarliga havi eg fingið meiri sjálvsálit, struktur og ró.
Rógvingin fær meg at hava tað gott uppá allar mátar.
Hvussu stórur partur av lívinum er rógving hjá tær í dag?
– Hvussu nógv tíð brúkar tú, og hvussu vegleiðir tú tínum gerandisdegi eftir venjingini?
Rógving, venjing og kapping er stórsti partur av mínum lívið. Eg brúki upp til 15 tímar um vikuna uppá venjing. Har eg kann, leggi eg gerandisdagin eftir venjing, við síðnar av skúla og arbeiði
Hvørjar avbjóðingar hevur tú møtt á róðrarleiðini?
– Hvussu hevur tú yvirstigið tær, og hvat hevur tú lært av tí?
Í 2022–23, meðan eg róði í Danmark, bleiv eg mentalt útbrend. Tað var hart at uppliva, at úrslitini gingu skeivan vegin, hóast eg royndi alt tað, eg kundi. Tað gav mær ótta fyri at kappast og gjørdi, at eg eftir HM 2024 tók eina pausu frá rógving – í fleiri mánaðar setti eg meg ikki á eina maskinu.
Beint áðrenn árskifti 2024/25 valdi eg at byrja aftur, men við einari heilt aðrari javnvág; at geva pláss fyri gerandisdegnum og lívinum uttanfyri ítróttin. Tá byrjaði framgongdin aftur – og hevur bara gingið uppeftir síðani.Eg havi lært, at um tú skalt klára teg á høgum støði, so mást tú trívast sum eitt heilt menniskja, ikki bara sum íðkari.
Hvussu heldur tú, at rógvingin í Føroyum kann mennast víðari?
– Eru onkrir lutir, tú kundi hugsað tær at broytt ella betrað?
Rógvingin í Føroyum kann mennast við betri umstøðum, meiri fagligari styrki frá venjarum, og við at skapa greiðar leiðir fyri ungum rógvarum, sum vilja longur enn tað lokala stigið. Eisini kundi verið meiri fokus á styrki og tekniska venjing, sum part av heildarmyndini.
Hvør hevur verið størsti íblásturin hjá tær í rógving?
– Eru onkrir venjarar, liðfelagar ella altjóða rógvarar, tú sær upp til?
Sverri Nielsen hevur heilt sikkurt verið størsti íblásturin. Hann hevur víst, at ein føroyingur kann røkka heilt upp á ovastu rók, um viljin og arbeiðið er har.
Eisini havi eg altíð sæð upp til ukrainska rógvaran Olenu Buryak, sum eigur heimsmetið á 500m í løtuni. Og finnska rógvarin Joel Naukkarinen, sum er kendur innan inniróður, og nú eisini Beach sprints.
Hvat er tín størsti dreymur innan rógving?
– Hvat kundi verið “tað fullkomna úrslitið” fyri teg?
Eg havi einki endaligt “mál”. Størsti dreymurin er at blíva við at menna meg, síggja hvussu langt eg kann røkka, og at halda meg ávegis móti hægri toppum. Tað fullkomna úrslitið er altíð tað næsta, eg arbeiði móti.