Rógvarin Hendan Mánaðin: Mattias Durhuus
Hvussu byrjaði tú við rógving?
Eg flutti heim úr Danmark á sumri í 2017, tá vóru allir barndómsvinirnir byrjaðir at rógva. Árið eftir fór eg at rógva saman við teimum í Hósvíkar Róðrarfelag, umborð á Heyki í barnaróðri. Rógving hevur altíð verið ein stórur partur av okkara vinarbólki, og tað hevur knýtt okkum tættari saman. Tað hevur hjálpt nógv, tá venjingarnar hava verið harðar og motivatiónin lág. Tá hevur tað altíð verið gott at vita, at man venur hart, tí man eisini vil, at sínir vinnmenn skulu vera glaðir, tá man vinnur saman.
Eg havi nú róð í 8 ár. Tað, ið hevur fingið meg at halda áfram, hevur altíð verið samanhaldið úti í bátinum og hvussu man kann betra seg sjálvan – og saman sum manning.
Innirógving hevur verið ein stórur partur av míni venjing um veturin. Fyri meg er tað ov leingi at bíða frá tí, at kappingarárið endar, til man er úti í bátinum aftur, so eg havi brúkt Grand Prix-kappingarnar, sum RSF skipar fyri um veturin, til at forbetra meg til hvørt summar úti í bátinum.
Nú eri eg fluttur niður til Danmarkar í lestrarørindum og rógvi í Danske Studenternes Roklub (DSR), har eg fari at royna meg í einum scullara til summar.
Hvat dámar tær best við rógving?
Tað við rógving, ið mær dámar best, er hvussu man kann forbetra seg við miðvísari venjing, og at man kann síggja hesa forbetringina á rógvimaskinuni ella við betri úrslitum á stevnu. Mær dámar eisini væl, hvussu man kann ýta sítt maksimala inni á maskinuni, so at man er heilt ferdigur, og hvussu man eftir venjingina følir, at tað var eingin møguleiki fyri, at man hevði kunnað róð eitt interval ella 100 metrar afturat.
Felagsskapurin innan rógving dámar mær eisini sera væl, og hvussu man sær tað aftur úti í bátinum, har man skal fungera saman sum manning. Tað ber ikki til at hava ein topskorara ella eitt “weakest link”. Tað hevur við sær, at allir vilja hjálpa einum nýggjum at verða partur av manningini, ella at rætta smáfeilir hjá hvørjum øðrum.
Hvussu hevði tú lýst rógving sum ítrótt?
Kappróður er serligur í tann mun, at hann er ræðuliga fysiskt krevjandi, og at man er bundin at einari manning. Um øll ikki møta upp, so kann man ikki fara út við bátinum. Um øll ikki rógva líka og saman, so rennur báturin ikki væl. Har er eingin møguleiki at skifta nakran út ella broyta ætlan undir róðrinum, sum t.d. í einum fótbólts- ella hondbóltsdysti
Hvussu stóran týdning hevur felagsskapurin í róðrarfelagnum fyri teg?
Felagsskapurin í róðrarfeløgunum er ótrúliga viktigur fyri meg, tí ein positivur felagsskapur, har róðrarfelagið ger okkurt burturúr, kann hjálpa við at fáa tær ymisku manningarnar at kenna hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum – bæði tá manningarnar klára seg gott, og tá tær klára seg ringt. Stuðulin, man fær eftir ein sigur ella eitt niðurlag, kann vera við til at avgera úrslitini til næstu stevnu.
Hvat heldur tú, at rógving gevur tær – bæði likamliga og sálarliga?
Likamliga ger rógving, at eg føli meg sunnan og væl fyri. Eg havi tað altíð betur eftir, at eg havi vant, og eg føli meg meira produktivan eftir venjing. Harumframt er svøvnurin eisini betri. Eg føli eisini, at tá eg venji hart og regluliga, verði eg næstan aldrin sjúkur samanborið við tá eg haldi eina pausu frá venjing, t.d. eftir Ólavsøku.
Sálarliga hevur rógving lært meg sjálvdisiplin, og lívsgleðin hjá mær er nógv størri, tá rógving er ein partur av míni dagligu rutinu.
Í kappróðri føli eg nógvar ágóðar av at rógva úti í bátinum. Sjálvt um tað er blikalogn ella stormur á vágni, føli eg, at tað ger stóran mun fyri sálarheilsuna at fara út við bátinum – serliga saman við einari manning, har samanhaldið er gott.
Hvussu stórur partur av lívinum er rógving hjá tær í dag?
Í vetrarhálvuni brúki eg í miðal 2 tímar um dagin, og í summarhálvuni er tað meira. Nú um veturin rógvi eg á maskinuni, so eg kann rógva, tá eg vil, men eg rógvi enn saman við hinum í DSR, tí felagsskapurin er góður, og tað hjálpir nógv, tá venjingarnar eru strævnar, at rógva saman við øðrum. Eg plagi sum oftast at rógva aftaná skúla, tí tá føli eg meg best mentalt og í mun til orku.
Hvørjar avbjóðingar hevur tú møtt á róðrarleiðini?
Avbjóðingarnar hava ikki verið tær heilt stóru í mun til skaðar, tíbetur. Nakrir smáskaðar hava verið, har eg tíbetur havi havt góða hjálp við øvilsum og líknandi. Eg eri altíð varin við pínu í rygginum ella knøunum, tí eg kenni nógv fólk, ið ikki hava kunnað róð ella íðkað sín ítrótt í langa tíð av einum skaða. Tað er umráðandi fyri meg at strekkja út aftaná venjing, og har havi eg eisini øvilsir at gera, um eg havi pínu á ymiskum støðum.
Nú, tá eg eri fluttur niður, havi eg havt ringt við at finna javnvág millum venjing og skúla. Eg stríðist enn við at finna tað, ið riggar best fyri mín nýggja gerandisdag.
Tá eg byrjaði at rógva sum 13 ára gamal, hevði eg aldrin roynt at gjørt nakran ítrótt, ið var fysiskt krevjandi. Eg dugdi slett ikki at pressa meg sjálvan og var tann seinasti á rógvimaskinuni umborð á bátinum, og eg endaði aftast til FM í inniróðri í 2018. Tá eg hyggi aftur á hesa tíðina, eri eg bara takksamur fyri tann stuðulin, sum eg havi fingið frá familju og vinfólki, ið hava fingið meg so langt, sum eg eri komin innan bæði kappróður og inniróður í dag.
Hvussu heldur tú, at rógvingin í Føroyum kann mennast víðari?
Eg haldi, at eftirsum teknikkur er ein so stórur partur av kappróðri, hevði tað verið gott fyri allar manningar at fingið innlit í tær ymisku teknikkirnar og hvussu man rør ymiskar bátar og bátastøddir við ymiskum árum. Serliga tí at tað ikki eru nógvir venjarar, ið kunnu seta nógva tíð av til at venja manningar hjá øllum róðrarfeløgunum. Hetta hevði kunnað gjørt stóran mun við at javnstilla tey stóru og smáu feløgini og harvið gera kappróðurin tættari og meira spennandi. Man kann venja sum eitt svakt í kappróðri, men um man ikki veit, hvussu man skal rógva, so rennur báturin ikki væl.
Hvør hevur verið størsti íblásturin hjá tær í rógving?
Eg havi sæð upp til nógvar av teimum bestu innan føroyskan kappróður og havi enntá endað við at róð saman ella ímóti nøkrum av teimum. Sverri Nielsen hevur eisini verið ein stór inspiratión innan inniróður og nú eisini í scullara.
Hvat er tín størsti dreymur innan rógving?
Nú tá eg eri fluttur niður, og fari út at rógva í scullara til summar, er eitt stuttíðar mál at klára meg gott til kappingar úti á vatninum, men tann allarstørsti dreymurin er at koma við til teir olympisku leikirnir.