Rógvarin Hendan Mánaðin – Desember

Rógvarin Hendan Mánaðin: Sarita Kristina Hansen

Hvussu byrjaði tú við rógving?
Foreldur míni hava í ein mansaldur verið virkin í kappróðri, og hetta hevur havt stóra ávirkan á okkara gerandisdag. Kappróður er ein stórur partur av mínum og okkara samleika.

Eg eri at kalla fødd inn í ítróttina. Sat fyrstu ferð í kappróðrarbáti sum hálvtannað ára gomul. Sum fýra ára gomul kendi eg allar bátar við navni og liti. Átta ára gomul settist eg á bekk at rógva sjálv við fyrstu barnamanning í Føroyum. Byrjaði við inniróðri um somu tíð. Síðani havi eg verið virkin í ítróttini sum rógvari, róðursfólk, innirógvari, venjari og nevndarlimur.

Hvat dámar tær best við rógving?
Fyri meg er kappróður frælsi. Eitt stað, har tíð og rúm hvørva. Eitt stað, har ein bara er til.

Mær dámar væl at kappast, at venja, at bjóða av og verða avbjóðað. Mær dámar væl, at ein kann mennast og flyta mørk sum einstaklingur, men eisini í toymi. Tað gevur mær stóra gleði at leggja øðrum lag á og at geva av míni vitan og royndum. Vinabondini, ein knýtir í kappróðri, eru av serligum slagi.

Hvussu hevði tú lýst rógving sum ítrótt
Kappróður er ein intens ítróttargrein við stórum kenslum. Hon er avbjóðandi og krevjandi kropsliga, sálarliga og tekniskt. Ein kemur veruliga at kenna seg sjálvan og sínar bátsfelagar. 

Hvussu stóran týdning hevur felagsskapurin í róðrarfelagnum fyri teg?
Ein sunnur og góður felagsskapur í róðrarfelagnum hevur stóran týdning. Har skal vera rúm fyri øllum og øll hava eins virði. At vera saman við fólki við somu áhugamálum og málsetningum ger tað hugaligt, stuttligt og skapar trivnað og framburð.

Hvat heldur tú, at rógving gevur tær – bæði likamliga og sálarliga?
Kappróður hevur ótrúliga stóran týdning í mínum lívi. Umvegis miðvísa og málrættaða venjing fæst ein sterkur og sunnur kroppur og sálarlig javnvág. Orku, áræði og disiplin. Amboð, sum eg beinleiðis nýti og havi ágóðan av í gerandisdegnum.

Hvussu stórur partur av lívinum er rógving hjá tær í dag?
Eg brúki 2-3 tímar um dagin til venjing í vetrarhálvuni. Um summarið ofta meira. Eg skipi gerandisdagin eftir venjingini í tann mun tað letur seg gera.

Hvørjar avbjóðingar hevur tú møtt á róðrarleiðini?
Sum ein av fyrstu altjóða innirógvarunum úr Føroyum, var tað at byrja við rættiliga trupult at fóta sær. Manglandi vitan og vegleiðing um venjingarleist og teknikk var ein stór avbjóðing. So við og við havi eg megnað at uppbygt sambond og fingið sparringspartnarar kring knøttin, sum hava givið íblástur og vegleiðing. Persónliga hevur tað merkt áhaldandi arbeiði, eftirmeting og tillaging. Hetta hevur verið orku – og tíðarkrevjandi, men hendan tilgongdin hevur í stóran mun mynda meg sum rógvara og venjara í dag.

Hvussu heldur tú, at rógvingin í Føroyum kann mennast víðari?
Góðar venjingarumstøður og skipað og dygdargóð venjingartilboð eru avgerandi fyri víðari menning av føroyskum kappróðri.

Hvør hevur verið størsti íblásturin hjá tær í rógving?
Størstu fyrimyndirnar og slóðararnir hjá mær eru míni foreldur. Tey hava verið framman fyri sína tíð og hava gingið nýggjar leiðir. Bæði ítróttaliga, men eisini hugsjónaliga. Tey hava víst, at alt ber til, um tú áhaldandi arbeiðir fyri tí.

Hvat er tín størsti dreymur innan rógving?
Áhaldandi at gerast ein betri rógvari og at røkka størri málum.

FLEIRI TÍÐINDI

Logo_redigeret
Innkalling til aðalfund
DM2025-scaled
Ungdómslandsliðið til DM Úttikið
Samskipari Heimasíða
RSF fær nýggjan samskipara
Gleðilig Jól 2025
Gleðilig Jól
RHM desember 2025
Rógvarin Hendan Mánaðin - Desember
Urslit-BRIC-Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
1 2 3 78
Scroll to Top