Róðrarsamband Føroya velur at fylgja corona-tilráðingunum

Róðrarsamband Føroya hevur sambært tilráðingum frá heilsumyndugleikunum um at vísa varsemi og verða við til at minka um smittuvandan avgjørt at avlýsa FM í inniróðri. Kappingin skuldi vera í ítróttarhøllini í Kollafirði um eina viku, leygardagin 14. mars 2020.

Nevndin harmast um, at hetta stigið verður tikið. Hóast talið av fólki, sum verða samlaði til kappingina, ikki verður mett at fara upp um 500, økist smittuvandin munandi til slíkt innandurða tiltak.

Eisini er trupult at fáa fatur á nóg nógvum spritti og øðrum, sum skal til fyri at uppfylla tilráðingarnar frá heilsumyndugleikunum. Harumframt hava feløg boðað frá, at tey ikki fara at luttaka orsakað av smittuvandanum. Til eitt FM eiga øll at sleppa at luttaka.

Samanumtikið metir nevndin, at rættast er at avlýsa kappingina.

Heitt verður á feløgini um at bera hesi boðini víðari sum skjótast til venjarar og rógvarar. Inngoldið luttøkugjald verður endurgoldið.

 

Vinarliga

 

Nevndin

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top