Nýggi samskiparin farin til verka

Tann 2. januar 2025 byrjaði nýggi samskiparin, Kaysten Rasmussen í starvi hjá Róðrarsambandinum. Undanfarni samskiparin hevði ordan í tingunum, so tað hevur verið ein løtt byrjan.
 
Skrivstovan hjá Róðrarsambandinum er á Eystara bryggju 30, har ÍSF og onnur sersambond eisini hýsast. Skrivstovan hjá Róðrarsambandinum er opin týsdag og hósdag frá kl 14:00 – 18:00.
 
Starvsnevndin hevði tann 8. januar 2025 nevndarfund, har nógv var á skrá. Innkallað er ma. til ein forfólkafund seinast í februar, har ætlanin er at gjøgnumganga broytingaruppskotini til lógarverkið, sum verða løgd fyri aðalfundin. Eisini verða tað tvær framløgur frá ÍSF á degnum og vónandi nógv gott kjak kappróðrinum at frama.
 
Onnur tiltøk sum verða komandi tíðina er eitt nú Ítróttarfagnaðurin hjá ÍSF, har kappróðrarfelag og einstaklingar innan kappróður eru innstillaði til fleiri heiðrar. Eisini verður HM í inniróðri, dómaraskeið og aðalfundur á skrá í 1. ársfjórðingi 2025.
 
Starvsnevndin og starvsfólk gleða seg til eitt spennandi og hendingaríkt róðrarár í 2025.

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1778871903675
STROYMING ÓDNARTAK 2 - 2026
FB_IMG_1752657248605
ÚRSLIT ÓDNARTAK 2 – 2026 (EIÐI)
fb_img_1778882261032
MANNINGAR TIL ÓDNARTAK 2 - 2026
525204420_741859171923593_2043457191518796664_n
Ódnartøk á Eiði: Upptakt
FB_IMG_1778620123588
STARTRØÐ - ÓDNARTAK 2 - 2026 - Á EIÐI
Trygd og RSF undirskriva sáttmála
Trygd er Nýggjur Høvuðsstuðul hjá RSF
1 2 3 87
Scroll to Top