Nærum hvør fjøl verður flotað til FM róðrarnar í summar

Freistin at melda til luttøku í FM kappróðri var av á midnátt, og metið frá í fjør er tikið.

Til fyrstu upprunaliga freistina í fjør vóru 65 manningar meldaðar til luttøku, men orsakað av serligu umstøðunum av koronu bleiv freistin flutt, og talið hækkaði til 95. Harafturat komu knappar 20 manningar, sum luttóku í einari stevnu, ella sum gestaluttakarar.

Vit fegnaðust sjálvsagt um góðu luttøkuna í fjør – og hava verið spent uppá, hvussu árið í ár fór at verða.
119 manningar hava meldað seg til FM róðrarnar 2021 – hesar eru deildar út upp á 68 kappróðrarbátar.

Størsti bólkurin er innan barnaróður, har 23 manningar luttaka fyri barnaróður gentur og 23 manningar fyri barnaróður dreingir. 16 gentu- og 15 dreingjamanningar, 13 kvinnumanningar við fimm-mannførum, 6 kvinnumanningar við seks-mannaførum og 3 mastersmanningar við kvinnum. 12 manningar luttaka við seks-mannafør við monnum, 5 átta-mannafør og 3 tíggjumannafør.

Hetta vísir eitt týðiligt tekin um, at áhugin fyri kappróðri er størri enn nakrantíð.
Vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna – føroyskum kappróðri at frama.

Takk fyri góða undirtøku – og gott kappróðrarár.

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1784734365285
STARTRØÐ - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784035373943
ÚRSLIT SUNDALAGSSTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-07-16 205127
STROYMING BARNARÓÐUR - SUNDALAGSSTEVNA 2026
fb_img_1784035328947
MANNINGAR Á SUNDALAGSSTEVNA 2026
fb_img_1784035366238
STARTRØÐ - SUNDALAGSSTEVNA 2026
fb_img_1783371312010
ÚRSLIT VESTANSTEVNA 2026
1 2 3 92
Scroll to Top