Móttøka til heiðurs fyri EM og HM rógvarunum í inniróðri

Róðrarsamband Føroya fer at heiðra rógvarunum, ið luttóku til EM og HM kappingarnar í inniróðri, sum hava verið í januar og februar í ár.

Føroysku rógvararnir fingu sera góð úrslit í báðum kappingunum. Rógvararnir komu aftur frá EM kappingini við tilsamans fimm gull, trimum silvur og tveimum bronsu heiðursmerkjum. Í HM kappingini, sum júst hevur verið í Los Angeles, fingu tey eitt gull, eitt silvur og eitt bronsu heiðursmerki, umframt tvey gull heiðursmerkir í Beach Sprints.

Móttøkan verður í ÍSF-húsinum í morgin, hósdagin 28. februar, kl. 17.15. Øll eru hjartaliga vælkomin.

FLEIRI TÍÐINDI

RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
Vár Beach Sprint
Vár til EM í Beach Sprint
20251004_151621-scaled
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
fb_img_1784734374975
ÚRSLIT ÓLAVSØKA 2026
1 2 3 93
Scroll to Top