Keyp rógvimaskinu fyri bert 8600 kr.

Høvuðsstuðul

Róðrarsamband Føroya bjóðar róðrarfeløgum og ítróttafeløgum og einstaklingum ja øllum at keypa spildurnýggjar rógvimaskinur fyri ein bíligan penga. Hesar maskinurnar eru av slagnum Concept2 Model D við PM5 monitori. Dagføringar av software skipanini má keyparin tó sjálvur átaka sær.

Avtala er gjørd við Concept2 í Danmark, sum selir maskinurnar, og Smyril Line Cargo, sum flytir maskinurnar heim. Avtalan ber við sær, at hvør rógvimaskina, íroknað mvg/flutning, kann keypast fyri kr. 8.600,00. Tvs., at til henda prís stendur hon klár at avheinta á bryggjuni í Havn.

Treytin fyri at kunna keypa rógvimaskinurnar er:

  • Hvørt felag/einstaklingur sendir RSF bílegging við ynski um, hvussu nógvar maskinur talan er um
  • Hvørt felag/einstaklingur bíleggur innan 1. desember 2015 • Peningurin fyri maskinurnar verður fluttur á konto hjá RSF innan 2.desember 2015.

Kontu nr hjá RSF 9181. 185-097-2

Teldupost til bílegging er.   rsf@olivant.fo. Upplýs –navn og telefon,nr

Tá maskinurnar koma til landið, verður keyparin kunnaður og síðan avtala gjørd um avheintan. Concept2 maskinan er nógv brúkt í dag av rógvarum, bæði til føroyska bátin og aðra rógving. Vanliga verður rógvimaskinan brúkt í tíðarskeiðnum uttan fyri kappingartíðarskeiðið, sum ein partur av fyrireiking til kappingina. Concept2 er tó bert eitt venjingar amboð fyri nógv. Tað kemst tó ikki uttanum, at við teimum rørslum og nøgdum av vøddum, ið Concept 2 aktiverar, er maskinan eitt framúr amboð. Allir teir stóru vøddarnir vera nýttir í fullari rørslu, sum nýggjastu kanningarnar innan økið vísa á. Tí er venjingaramboðið so framúr gott.

Eitt annað, sum ger Concept2 serliga effektiva er, at ein alla tíðina sær, hvussu intenst ein rør/venir. Her verður hugsað um tak fyri tak, viðv. ferð og hvussu nógv ein setir á. Intensitetur er eitt lyklaorð, tá tað kemur til at betra seg.

Tað skal tó vera lagt afturat beinavegin, at maskinan eisini er eitt venjingaramboð, sum kann brúkast til róliga venjing so sum vælveru, stimbran av blóðrensli hjá eldri fólki o.s.fr. Maskinan er serstakliga væl egnað til uppafturvenjing av t.d. ítróttaskaðum. Tískil er rógvimaskinan ein intregreaður partur av uppvenjingaramboðum á sjúkrahúsum og í fysioterapi.

Tað hevur víst seg fleiri ferðir, at tað liggur sera væl fyri hjá okkum føroyingum í rógving, bæði á maskinu (Concept2) og í OL bátinum. Ja, og sjálvandi eisini í føroyska bátinum.

Vit hava verið og eru á hægstu tindum í heiminum í kappingum innan hesa ítróttargrein. Kanska hetta hevur okkurt at gera við gamla orðatakið um, at ”føroyingurin var føddur við ár í hond”.

Hetta eru vit í RSF sannførd um, og fara vit tí at stuðla undir at menna og vaksa um okkara rógvarafamiliu. Vit eru sannførd um, at tað eru fleiri evnaríkir rógvarar í Føroyum, ið kunnu koma heilt langt við røttu umstøðunum, vegleiðingini og venjingini.

Koyr á Føroyar!

Áhugaði at keypa rógvimaskinur kunnu venda sær til RSF tlf. 227553 ella á teldupost rsf@olivant.fo.

Eru ivamál ella spurningar um eitthvørt, ja so er endiliga at spyrja. Gleða okkum at hoyra frá tykkum.

Vegna Róðrarsambandi Føroya

Jan Herman Hansen, formaður.

FLEIRI TÍÐINDI

20230929_182103
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
20231209_114350
STARTRØÐ – GRANDPRIX 1 – 2025
IMG_6933
Tíðindaskriv: Nýggj nevnd í Róðrarsamband Føroya
20221008_123100-scaled
TILMELDING TIL GRANDPRIX 2024-2025 OPIN
stroyming-grandprix-2-8211-2023-24-9Qn9oLIVNcw
KUNNING UM VEKTFLOKKAR OG ALDURSBÓLKAR
1 2 3 59
Scroll to Top