Kemilux verður nýggjur høvuðsstuðul hjá kappróðrinum.
Róðrarsamband Føroya og Kemilux hava gjørt samstarvsavtalu, har Kemilux verður nýggjur høvuðsstuðul hjá RSF. Kemilux verður sostatt við til at tryggja góðu gongdina, sum føroyskur kappróður hevur havt seinastu tíðina og verður ein sjónligur partur av okkara tjóðarítrótt.
Elsa Magnussen, næstforkvinna í RSF, og Debes Petersen, stjóri í Kemilux hittust í dag í hølunum hjá Róðrarsambandinum, har avtalan varð undirskrivað.
Róðrarsambandið fegnast um, at føroyskur kappróður við hesum fær ein stinnan stuðul, sum kann vera við til at veit okkara tjóðarítrótt enn betri umstøður.
Betri grunnurin stuðlar eisini kappróðrinum.
Róðrarsambandið og Betri grunnurin hava gjørt avtalu um, at Betri grunnurin stuðlar kappróðrinum við góðkendum bjargingarvestum til øll feløgini, sum hava meldað manningar til FM róðrarnar.
Róðrarsambandið fegnast um at hava fingið hesar avtalur í lag.
94 manningar rógva kapp í summar
Heili 94 manningar hava meldað til kappingarárið 2020, harav 33 barnamanningar. Harvið er luttøkan væl hægri enn undanfarin ár, og tað fegnast Róðrarsambandið um.
Orsakað av Korona farsóttini var leingi óvist, um skipað fór at verða fyri kappróðri í ár.
Eftir drúgvar og góðar tinginar við feløgini varð ein loysn funnin, og saman við feløgunum hevur Róðrarsamband Føroya tikið avgerð um, at allir FM-róðrarnir verða avgreiddir sum upprunaliga ætlað, tó tillagaðir við atlit at tilmælini um smittufyribyrging.
Fyrsti róður verður í Klaksvík leygardagin 6. juni 2020.
Nýggj úrslitatænasta
Nú verður møguligt at síggja øll úrslitini frá kappróðri síðani 1973.
Róðrarsambandið hevur í rúma tíð arbeitt við at menna eina nýggja úrslitatænastu. Á heimasíðuni verður møguligt at síggja øll skrásett kappróðrarúrslit aftur til 1973, hvussu ofta ávísir bátar hava verið føroyameistarar, hvussu nógvir FM-róðrar, bátar hava luttikið í, tíðir v.m.
Róðrarsambandið fegnast um nýggju úrslitatænastuna, sum rógvarar, viðhaldsfólk og kappróðraráhugaði annars vónandi fáa stóra gleði av.
Úrslitatænastan verður væntandi tøk á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum leygarddagin 6. juni kl 13.00