KAYSTEN RASMUSSEN SETTUR SUM SAMSKIPARI

Nevndin í Róðrarsambandinum hevur samtykt at seta Kaysten Rasmussen í starv sum samskipara, 20 tímar um vikuna, hjá Róðrarsambandi Føroya.

Kaysten Rasmussen er 48 ára gamal og búsitandi á Skála. Kaysten hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði innanfyri vinnulívið og ítróttin.

Kaysten kemur at samskipa alt tað umsitingarliga á skrivstovuni hjá sambandinum, og annars at vera við til at føra tjóðarítrótt okkara longur fram á leið.

Kaysten byrjar í starvinum 1. Januar 2025.

Tá kemur skrivstovan at hava opið hesar dagar:

Týsdag 13 – 18

Hósdag 13 – 18

Annars ber til at ringja 267553 ella at senda teldupost til [email protected]

FLEIRI TÍÐINDI

WRVICH 2026 landsliðsúttøka
Landsliðsúttøka til HM í inniróðri 2026
 MyRowingPhoto
HM í inniróðri 2026
Silvur-i-singapore-scaled
Innstilling til Ítróttanavnið 2025
Vár 46
Franskur meistari á 500m
RHM - Mattias Durhuus Januar 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - Januar
DM 2026, felagsmynd
Ungdómslandsliðið til DM 2026 – samandráttur
1 2 3 80
Scroll to Top