Kappróðurin á sundalagsstevnu útsettur til sunnudagin

Fyriskipararnir av sundalagsróðrinum, veðurkøn, dómarar og nevnd í Róðrarsambandinum hava avgjørt, at útseta kappróðurin, sum skuldi byrja leygardagin kl. 12.30 til sunnudagin, at byrja kl. 13.00.

Veðurvánirnar eru ov ósikrar og kappingarvindeyga ov knapt,til, at vit kunnu avgreiða kappróðurin á væleydnaðan hátt.

Flaggtíðirnar fyri barnamanningarnar vera broyttar til:

12.55 Barnaróður gentur Riðil 1

13.10 Barnaróður gentur Riðil 2

13.40 Barnaróður gentur FINALA

14.10 Barnaróður dreingir Riðil 1

14.25 Barnaróður dreingir Riðil 2

14.55 Barnaróður dreingir FINALA

– starttíðir eru 5 minuttir eftir, at flaggið er fari upp.

Startrøðin hjá teimum vaksnu verður óbroytt, fyrsta skot verður kl. 15.15

 

 

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top