Kappróðurin á Fjarðastevnu verður uttan áskoðarar

Høvuðsstuðul

Sum kunnugt varð norðoyastevnuróðurin útsettur við stuttum skotbrái eftir, at Róðrarsambandið hevði ráðført seg við koronuráðgevingina. Mett varð, at tað ikki var ráðiligt at skipa fyri kappróðri, tí tamarhald ikki var á smittuni. 

 

Róðrarsambandið vónar, at tað ber til at avgreiða FM-róðrarnar í summar.

 

Í hesum sambandið hava vit gjørt nakrar leiðreglur um at skipa fyri róðri uttan áskoðarar. 

 

Endamálið er fyrst og fremst at forða fyri, at smittan breiðir seg innan kappróðrarumhvørvið, og at smittusporingin eftir eina kapping er gjørlig. 

 

Fyrireikarar:

  • Tveir dráttir skulu vera tøkir – ein til 5-mannafør og ein til 6- 8- og 10-mannafør.
  • Alt økið, har kappróðrarbátar standa, og økir har fólk annars kunnu savnast, skal innhegnast. Vaktir skulu ansa eftir, at ongin óviðkomandi kemur inn á økið. 
  • Um tað er gjørligt at fylgja við kappróðrinum í bili á vegnum – og um løgreglan gevur loyvi til tað – kann felag krevja atgongumerkjagjald fyri øll í bilinum. 
  • Fyriskiparar skulu syrgja fyri, at vesir vera reingjørd og sóttreinsa vit stuttum millumbilum, og at nóg mikið av vesum eru til róðrarfólkið.
  • Fyriskipararnir kunnu skipa fyri stroyming av barnaróðrunum.

 

Rógvarar:

  • Meginreglan er, at manningarnar koma sjálvar á stevnu uttan hjálparfólk. Tær

manningar sum hava tørv á tí – her verður serliga hugsað um 5-mannafør við barnamanningum og gentu/dreingjamanningum – kunnu hava í mesta lagi 2 hjálparfólk við per manning. 

  • Foreldur, venjarar og onnur óviðkomandi hava ikki atgongd til økið.
  • Manning kemur á økið í mesta lagi ein tíma áðrenn flaggtíð og fer av økinum beint eftir róðurin. Hetta er tó ikki galdandi fyri barnamanningar, ið rógva finalu. Tær skulu halda seg fyri seg sjálvan, meðan bíðað verður. Manningar, sum frammanundan hava hildið til í eini og somu “boblu” kunnu vera saman á kaiøkinum.
  • Í sambandi við manningarskift kemur fyrra manningin upp á land við bátinum og sóttreinsar bátin, áðrenn næsta manningin tekur yvir.
  • Hvør bátur hevur evnir til sóttreinsan við til at sóttreinsa bátin millum róðrarnar.
  • Einki ábit verður til rógvarnar.
  • Eingin heiðursmerkjahandan verður fyriskipað. Eitt umboð fyri hvørja manning fær

handað heiðursmerkini eftir róðurin.

 

Áskoðarar:

Kappróðurin verður skipaður uttan áskoðarar. Allir áskoðarar vera vinarliga bidnir um at halda seg heima. FM róðrarnir verða sum vanligt vístir í KVF. Fyriskipararnir stroyma, um gjørligt, barnaróðrarnar á einum facebook vanga.

FLEIRI TÍÐINDI

FB_IMG_1752010326544
MANNINGAR Á FJARÐASTEVNA 2025
FB_IMG_1752010305368
STARTRØÐ - FJARÐASTEVNA 2025
510454406_712928691483308_5808393881556274670_n
FJÓÐRI FM RÓÐUR AVGREIDDUR Á VARMAKELDA Í FUGLAFIRÐI
511259983_712928634816647_4521976721798753143_n
ÚRSLIT VARMAKELDA 2025
509418921_712959958146848_5689845131461512941_n
MANNINGAR Á VARMAKELDA 2025
511190529_712918064817704_8911394912858757379_n
STARTRØÐ - VARMAKELDA 2025
1 2 3 71
Scroll to Top