Jóla- og nýggjársheilsan

Róðrarsamband Føroya vil við hesum bera øllum eina jóla- og nýggjársheilsan.

Vit líta við takksemi aftur á árið, sum fer, samstundis sum við gleða okkum til árið, ið kemur.

2020 hevur verið eitt øðrvísi og tó eitt gott og hendingaríkt róðrarár.

Árið byrjaði við, at 13 rógvarar umboðaðu Føroyar í DM, EM og HM. Okkara rógvararnir smæddust ikki burtur og víst enn einaferð, at føroyingar klára seg væl í inniróðri.

Covid-19 setti ein serligan dám á FM kappróðurin. Leingi var óvist, um skipað varð fyri FM kappróðri í ár. Ikki fyrr enn í mai mánaði varð endalig avgerð tikin um, at FM róðrarnir skulu avgreiðast sum upprunaliga ætlað, tó tillagaðir við atliti at tilmælum um smittufyribirging. Hóast støðuna við Covid-19 hevur talið á luttakanadi manningum í FM kappróðir verið methøgt.

Árið endaði við einum brakið í fimleikarahøllini í Kollafjarðar skúla, sum var karmur um føroyska luttøku í EM í inniróðri. Kappingin varð skipað sum ein online kapping orsakað av covid-19. Aftur hesa ferð kláraðu føroysku rógararnir seg væl.

Vit fara at takka øllum rógvarum, róðrarfeløgum, stuðlum, alifyritøkum og eldsálum innan ítrótt fyri gott samstarv okkara tjóðarítrótt at frama.

Gleðilig jól og gott nýggjár!

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1784035366238
STARTRØÐ - SUNDALAGSSTEVNA 2026
fb_img_1783371312010
ÚRSLIT VESTANSTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-07-06 220838
STROYMING BARNARÓÐUR - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371430310
MANNINGAR Á VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371356861
STARTRØÐ - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1782841325650
ÚRSLIT FJARÐASTEVNA 2026
1 2 3 91
Scroll to Top