Myndina eigur Ítróttasamband Føroya.
Annað árið á rað er Hósvíkar Róðrarfelag innstillað til Ársins ÍtróttaFelagsskap 2025 – ein viðurkenning, sum verur lati sambandi ella felagið sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Ítróttasamband Føroya skrivar soleiðis um innstillingina hjá Hósvíkar Róðrarfelag
“Hósvíkar Róðrarfelag hevur ein savnandi leiklut í bygdini og í Sundalagnum. Felagið er sera virkið og ein týðandi felagsskapur.
Felagið er í støðugum vøkstri og telist millum størstu róðrarfeløg í landinum. Við mongu sjálvbodnu kreftunum skipar HVR javnan fyri ymiskum tiltøkum – eitt nú árligu Regatta-siglingini, sum savnar allar Føroyar.
Hósvíkar Róðrarfelag er farið at menna eitt nútímans neyst, og nýggir karmar eru neyðugir, tí í 2025 vóru heilar 7 manningar. Úrslitini hava verið góð bæði til FM-róðurin – og til FM, NM, EM og HM í inniróðri. Dentur verður eisini lagdur á breiddina, og tað skapar tilgongd.
Tá manningarnar koma heim eftir kapping, bjóðar felagið øllum bygdarfólkinum til døgurða og kaffi í neystinum. Hetta samansjóðar, styrkir lokala samleikan og skapar trivnað í bygdini.
Trivnaðurin er sum heild eitt av høvuðsøkjunum í Hósvíkar Róðrarfelag, og felagið arbeiðir miðvíst við bæði venjingarlegum, team-building og tiltøkum fyri limirnar.
Hósvíkar Róðrarfelag er eitt fyrimyndarligt dømi um ein ítróttafelagsskap, ið sameinir nýhugsan, dirvi, trivnað, breidd og úrslit. Felagið arbeiðir miðvíst við sterkari sjálvbodnari megi og setir menniskjað og felagsskapin í miðdepilin.”
Í kapping við Hósvíkar Róðrarfelag, um heiðurin “Ársins ÍtróttaFelagsskapur 2025” eru, Havnar Tennisfelag og Svimjifelagið Hellufossur – Kvívík.
Róðrarsamband Føroya ynskir øllum, sum eru um Hósvíkar Róðrarfelag, hjartaliga tillukku við innstillingini.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. februar 2026 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.