Innkalling til aðalfund

Aðalfundurin verður leygardagin 14. mars 2026 kl. 13.00 í fundarhølum hjá ÍSF, Eystara Bryggja 30, 3. hædd.

Skráin til aðalfundin er: (í minsta lagi hendan dagsskrá)

1. Val av orðstýrara.
2. Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
3. Formaðurin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Ásetan av stevnudagfesting næsta kappingarár (2026)
6. Ásetan av atgongumerkjaprísi
7. Val av nevndum og eykalimum
8. Val av uttanhýsis grannskoðara
9. Ymiskt

Kap 1 – § 8, stk 1-6
Uppskot um lóg og lógarbroyting skulu umvegis teldupost vera nevndini hjá RSF í hendi
í seinasta lagi 6 vikur áðrenn aðalfundin. (31.01.2026)
GG!! Lógaruppskot skal skrivast sum lógartekstur og ikki sum ynski.

§ 8 Stk. 7.
Uppskot í sambandi við nevndarval og onnur broytingaruppskot enn uppskot
til lógarbroytingar skulu, fyri at verða viðgjørd, verða send nevndini hjá RSF í
telduposti í seinasta lagi 2 vikur áðrenn aðalfundin. (28.02.2026)

Viðvíkjandi stevnuáseting í 2027, sambært Kap 4 – § 17.
Í seinasta lagi 1 viku áðrenn aðalfundin, skal RSF hava fráboðan um, nær stevnurnar verða árið eftir.

Sí annars Lóg fyri Róðrarsamband Føroya.

FLEIRI TÍÐINDI

Logo_redigeret
Innkalling til aðalfund
DM2025-scaled
Ungdómslandsliðið til DM Úttikið
Samskipari Heimasíða
RSF fær nýggjan samskipara
Gleðilig Jól 2025
Gleðilig Jól
RHM desember 2025
Rógvarin Hendan Mánaðin - Desember
Urslit-BRIC-Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
1 2 3 78
Scroll to Top