Kappingarnar í inniróðri verða frá 8. oktober 2022 til 11. mars 2023
Eins og undanfarin ár, verður kappast í fýra grand prix umførum, har seinasta umfarið eisini verður um føroyameistaraheitið (FM).
Kappingarnar verða hesar dagar:
- 8. oktober 2022 (Høllini á Eiði)
- 12. november 2022 Løkshøll í Runavík
- 10. desember 2022 (Høllini í Kollafirði)
- 11. mars 2023 (FM) Høllini við Streymin
Til tríggjar tær fyrstu grand prixkappingarnar eru vektflokkarnir +2,5 kg, tvs. fyri kvinnur er markið 61,5 + 2,5 kg, og menn 75 + 2,5 kg. Til seinastu grand prix kappingina og FM er markið fyri kvinnur 61,5 kg og menn 75 kg.
Tilmeldingarvindeygað á innirodur.rsf.fo letur upp, fríggjadagin 9. september kl. 10.00. Síðsta freist at melda til kappingarnar í inniróðri 2022/23 er leygarkvøldið 1. oktober 2022 kl 23.59
Luttøkugjaldið er 100 kr., sjálvt um róð verður í einari ella øllum kappingunum.
Umframt heimligu kappingarnar verða fleiri altjóða kappingar. Róðrarsambandið hevur avgjørt at luttaka í:
DM – 21. januar 2023
EM – 28/29. januar 2023
Nordic Open – 11. februar 2023 (netborið)
HM – 25/26. februar 2023 (hybrid)