Føroya Skipara- og Navigatørfelag stórstuðul hjá Róðrarsambandi Føroya

Róðrarsamband Føroya (RSF) og Føroya Skipara- og Navigatørfelag (FSN) hava gjørt eina stuðulsavtalu, har FSN verður stórstuðul hjá RSF í 2025. Við hesi avtalu verður dentur lagdur á, at styrkja karmarnar hjá børnum og ungum, sum dagliga finna gleði og felagsskap í føroyska kappróðrinum.

FSN hevur í mong ár tikið undir við tiltøkum, ið fremja trygd, trivna og menning í føroyska samfelagnum. Við hesi stuðulsavtalu verður eisini víst á, hvussu týdningarmikið tað er, at børn og ung hava góðar møguleikar, at luttaka í ítrótti – einum sunnum felagskapi – sum bæði styrkir kropsliga og sosialt.

RSF fegnast eisini um samstarvið, sum gevur feløgunum kring landið betri møguleikar at røkka fleiri ungum, bæði gjøgnum kappróðurin um summarið og inniróðurin í vetrarhálvuni. Hetta merkir, at rógvarar kunnu njóta eitt fjølbroytt og sunt ítróttarlív alt árið.

Formaðurin í RSF, Petur Hansen, fegnast um samstarvið og leggur dent á týdningin av góðum karmum fyri næstu ættarliðini:

– “Vit vilja fegin skapa eitt umhvørvi, har eisini børn og ung kunnu mennast í einum tryggum og sunnum felagsskapi. Við stuðlinum frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag fáa vit betri møguleikar at styrkja feløgini kring landið, so fleiri ung kunnu fáa gleði av kappróðrinum – bæði á sjónum og í inniróðri alt árið.”

Við hesum stuðli verður ikki bert arbeitt fyri úrslitum í bátinum ella á maskinuni, men eisini fyri einum tryggum og sunnum felagsskapi, sum kann vera við til at menna børn og ung – bæði kropsliga og mentalt – til gagns hjá feløgunum í framtíðini og samfelagnum sum heild.

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1780101030347
ÚRSLIT NORÐOYASTEVNA 2026
fb_img_1780099859094
MANNINGAR Á NÓRDOYASTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-05-30 015849
STROYMING BARNARÓÐUR Á NORÐOYASTEVNU 2026
fb_img_1779801966333
STARTRØÐ - NORÐOYASTEVNA 2026
fb_img_1778871903675
STROYMING ÓDNARTAK 2 - 2026
FB_IMG_1752657248605
ÚRSLIT ÓDNARTAK 2 – 2026 (EIÐI)
1 2 3 87
Scroll to Top