Dómarar klárir til kappingarárið 2026

Sum liður í fyrireikingunum til kappróðrarárið 2026, skipaði Róðrarsamband Føroya fyrr í vikuni fyri einum dómarakvøldi í hølunum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Væl var møtt, og gleðiligt var at síggja dómararnar aftur og merkja góða huglagið og spenningin teirra millum, nú kappingarárið nærkast.

Fyrsta punkt á skrá var gjøgnumgongd av nýggju ávaringarskipanini, sum varð samtykt á eykaaðalfundi í januar 2026. Við nýggju skipanini, sum kemur í gildi til stevnurnar í summar, er tað av stórum týdningi, at dómararnir hava eina greiða og felags fatan av broytingunum í lógarverkinum – bæði hvat er broytt, hvat er tikið burtur, og hvørjar nýggjar heimildir eru komnar afturat. Endamálið er at tryggja eina samanhangandi og felagslinju á øllum stevnum og kappingum annars.

Seinasta punkt á skrá var bólkaarbeiði, har arbeitt varð við at leggja lunnar undir eina dómarahondbók. Hendan verður serliga ætlað nýggjum aspirantum og skal verða eitt amboð at styrkja og menna dómarastøðið í føroyskum kappróðri.

Áhugin fyri at gerast dómari er altíð vælkomin. Um tú – ella onkur í felagnum hjá tær – hevur áhuga, ber til at seta seg í samband við Róðrarsamband Føroya á [email protected].

Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan. Ódnartøk eru longu um eina viku, og fyrsta stevnan verður 30. mai, tá vit øll fara til Klaksvíkar. Alt bendir á eitt spennandi kappingarár, og fyrireikingarnar eru í hæddini – eisini hjá teimum, sum skulu tryggja, at alt gongur rætt fyri seg á vágni.

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1779801966333
STARTRØÐ - NORÐOYASTEVNA 2026
fb_img_1778871903675
STROYMING ÓDNARTAK 2 - 2026
FB_IMG_1752657248605
ÚRSLIT ÓDNARTAK 2 – 2026 (EIÐI)
fb_img_1778882261032
MANNINGAR TIL ÓDNARTAK 2 - 2026
525204420_741859171923593_2043457191518796664_n
Ódnartøk á Eiði: Upptakt
FB_IMG_1778620123588
STARTRØÐ - ÓDNARTAK 2 - 2026 - Á EIÐI
1 2 3 87
Scroll to Top