Tiðindi

Til feløg og einstaklingar !

dsc_0576

Í august mánaði boðaði nevndin i Róðrarsambandinum frá, at ein roynd aftur verður gjørd at senda føroyskar rógvarar til HM í inniróðri, sum verður i Boston 1. mars 2015.

Av tí at undirtøkan til úttøkukappingarnar seinastu tvey árini hevur verið fallandi, hevur nevndin í RSF hesuferð gjørt av, at í minsta lagi 30 luttakarar skulu melda seg til úttøkukappingina, fyri at hon skal blíva til nakað. Nevndin í RSF heldur ikki, at hetta eigur at vera nakar trupulleiki, tá vit í Føroyum eiga so nógvar og evnaríkar rógvarar, ungar sum eldri.

Tað skerst heldur ikki burtur, at kappingin í Boston er eitt frálíkt høvi hjá okkara rógvarum at vísa styrki og evni. RSF hevur seinastu trý árini sent rógvarar til Boston. Og úrslitini hava víst, at føroyingar saktans kunnu kappast við tey allarbestu. Flestu úrslitini hava ligið innan fyri eina topp 15 plasering, og tí kunnu vit bara vera stolt av. Ja, so ikki at gloyma úrslitið hja Sverra S. Nielsen, sum fyri fýra árum síðani skúgvaði alla mótstøðu til viks og vann sín bólk.

Kappingin í Boston verður hildin i Agganis Arena, sum er ein stór íshockeyhøll. Yvir 2000 luttakarar úr øllum heiminum koma til kappingina, og fleiri leggjast afturat hvørt ár. Kappingin er sera væl fyriskipað og væl úr hondum greidd. Eini 300 fólk syrgja fyri, at alt gongur sum tað skal. Tað er sera imponerandi at uppliva.

Kappast verður á uml. 80 spildurnýggjum Concept2 maskinum. Somuleiðis eru ein rúgva av rógvimaskinum tøkar til upphiting. Meira kann lesast um kappingina á www.crash-b.org.

Hjá teimum sum sleppa við til Boston verður talan um ein frálíkan túr og eina uppliving fyri lívið.

Ætlanin fyri túrin verður nøkulunda tann, at tað verður farið ein mánadag úr Føroyum umvegis Keflavík til Boston. Í Boston verður búð á einum góðum hotellið mitt í býnum, har eisini ein rúgva av øðrum rógvarum koma at búgva. Vant verður hvønn dag. Men eftirsum at tøkar rógvimaskinur ikki vera setta upp á hotellinum fyrr enn mikukvøld ella so, fingu vit seinast samband við eitt lokalt róðrarfelag og sluppu at læna teirra rógvimaskinur. Fólk eru sera blíð og fyrikomandi. Eisini eru tey sera forvitin at hoyra um Føroyar og hvat føroyingar eru fyri eitt fólkaslag. Hvørja ferð RSF hevur sent luttakarar til Boston hevur verið gjørt vart við hetta til stóra morgunmatarborðið, sum fyriskipararnir skipa fyri. Til hetta høvið eru allir luttakarar bodnir við. Bjóðað verður vælkomin og onkrar røður vera hildnar. Síðani vera nøkur av luttakandi londunum rópt upp fyri at gera vart við tað landi. Seinastu trý árini hevur hvørja ferð verið gjørt vart við okkara lítla land í Norðuratlantshavinum. Hetta hevur gjørt onnur luttakandi forvitin og tey hava spurt og fregnast um Føroyar.

Sostatt gongur vikan við at koma fyri seg, venja seg við tiðarmunin, venja, eta, slappa av, hyggja seg um í stóra býnum og læra av øðrum rógvarum/venjarum, tí hesum er absolut eisini møguleiki fyri.

Sunnudag er kappingin í Agganis Arena, og sunnukvøld verður flogið heimaftur.

Nevndin i RSF vónar og roknar við, at feløgini kring landið fara at eggja sínum rógvarum at gera eina roynd at sleppa við til Boston. Úttøkukappingin verður ætlandi leygardagin 29. november 2014. Tey luttakandi skulu í minsta lagi vera 14 ára gomul.

RSF setir sum krav, at luttakari í minsta lagi rør seg til eina topp 20 plasering í sínum bólki út frá tíðunum til Boston 2014, fyri at hava møguleika fyri at sleppa við til Boston 2015. Tíðirnar frá Boston 2014 síggjast á www.crash-b.org.

Ætlanin er at senda 4-6 luttakarar til Boston 2015.

 

Tilmelding til úttøkukappingina fer fram við at senda ein teldupost við navni, føðingardegi og tlf.nr. til rsf@olivant.fo

Seinasta freist at melda seg til kappingina er leygardagin 15. november.

Kappingin í Boston er eitt upplagt høvi at sleppa at royna seg úti í heimi. Møguleikin er her, beint nú. Hví ikki taka av?

 

Við vón um góða undirtøku og vit síggjast 29. nov.,

 

vegna nevndina i RSF,

Jan Herman Hansen, formaður.

 

N.B. Sigast skal, at kappingin í Boston er almenn. Um tað vil so illa til, at RSF ikki sendir luttakarar avstað, er einki til hindurs fyri, at føroyskir rógvarar kunnu fara til kappingina hóast alt. Teir skulu bara gjalda túrin sjálvir. Men nevndin i RSF vil fegin hjálpa hesum rógvarum so væl sum møguligt við fyrireiking so sum ferðaætlan, tilmelding, bílegging av hotelli og øðrum praktiskum viðurskiftum.