KappingarTiðindi

IMG_1708.JPG

Leygardagin 29. november skipaði Róðrarsamband Føroya fyri úttøkukapping til  HM-kappingina í inniróðri, sum verður í Boston 1. mars 2015.

Tilsamans 33 luttakarar, 25 menn og 8 kvinnur, høvdu boðað frá luttøku. Hesir vóru  í aldrinum 15-55 ár. Ikki øll høvdu møguleika fyri at møta til úttøkukappingina. Tí  avtalaði nevndin í RSF við hesi, at tey skuldu rógva testina áðrenn úttøkukappingina  og síðani senda nevndini prógv um, at teinurin var rógvin.

Úttøkukappingin bleiv hildin í frálíka venjingarhølinum hjá Havnar Róðrarfelag. Nakrir áskoðarar høvdu leitað sær oman í neystið at hyggja og heppa á rógvararnar. Tað sást á monnum og kvinnum, at stórur spenningur var um, hvussu mundi fara at gangast ymisku luttakarunum og hvør mundi fara at sleppa við til Boston.

Luttakararnir vóru býttir upp í 3 bólkar. Ikki kann sigast annað enn, at allir luttakararnir løgdu alt teir áttu og meira afturat í at fáa eitt so gott úrslit sum møguligt. Og hetta eigur hvør einasti teirra stóra tøkk fyri.

Uttan tykkum hevði eingin kapping verið.

Tá kappingin var liðug, settu umboð fyri nevndina í RSF seg saman at finna fram til, hvør skuldi sleppa við til Boston. Hetta var ikki  bara sum at siga tað. Nevndin hevði gjørt av, at luttakararnir til Boston-túrin skuldu finnast út frá tíð, hvørja plasering tíðin hevði fingið til Boston 2014, hvussu nógvir luttakarar vóru í teimum ymisku bólkunum til Boston 2014 og hvussu nógv nevndin helt, at hvør luttakari kundi betrast til 1. mars 2015.

Nevndarlimirnir komu at enda til ta niðurstøðu, at senda hesi fólkini til Boston:

 

Dánjal Martin Hofgaard                 6:18,9                    (nr. 5 av 77 til Boston 2014)

Toni Dam                                             6:27,5                    (nr. 8 av 72 til Boston 2014)

Ingibjørg Thomsen                          7:40,9                    (nr. 13 av 49 til Boston 2014)

Annetta C. Eidesgaard                   7:04,6                    (nr. 14 av 151 til Boston 2014)

Jón Nónklett                                      6:19,9                    (nr. 11 av 52 til Boston 2014)

Jens Kristian Dam                            6:78,5                    (nr. 5 av 9 til Boston 2014)

 

Sigast skal, at tíðin hjá Dánjal Martin Hofgaard til úttøkukappingina var nýtt føroyskt met í lættvektsbólkinum hjá monnum. Hjartaliga tillukku við tí.

Nevndin í RSF fer nú at gera eina ætlan fyri, hvussu fyrireikingarnar til kappingina í Boston skulu vera.

Nevndin vil at enda takka øllum luttakarunum til úttøkukappingina so hjartaliga fyri teirra íkast til kappingina. Uttan tykkum var eingin kapping.

Eisini vil nevndin takka nevndini í Havnar Róðrarfelag fyri sera gott samstarv í samband við kappingina.

 

Við róðrarkvøðu,

Nevndin í Róðrarsambandi Føroya