Bátsformenn og róðursfólk

Sunnudagin 31. mai kl. 1400 skipar Róðrarsambandið fyri einum samansettum fundi/undirvísing fyri allar róðursmenn og øll róðursfólk. Endamálið við fundinum er at kunna um ymisk viðurskifti, sum kunnu vera hent at hava sett seg inn á, nú kappingarárið av álvara nærkast. Afturat fundinum verður serstøk undirvísing fyri róðursfólk.

Fundurin verður í ÍSF-húsinum.

Vónandi vera ymisku manningarnar væl umboðaðar til fundin, so øll hava møguleika fyri at vera so vælfyrireikaði sum gjørligt til kappingarárið, sum byrjar um eina viku.

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top