FMStartrøðirTiðindi

Dómaratoymið og umboð fyri Róðrarsambandið og Klaksvíkar Róðrarfelag hava í morgun mett, at líkindini at fáa barnaróðurin avgreiddan eru ov vánaligt. 

 

Grundgevingin er, at tað verður ov trupult ella ógjørligt at leggja bátar til start, og hetta ávirkar tí góðu ítróttarupplivingina.

 

Veðrið broytist ikki nóg mikið komandi dagarnar, tí er avgerð tikin um, at barnaróðurin á norðoyastevnu er avlýstur.

 

Starttíðirnar hjá teimum vaksnu manningunum vera broyttar soleiðis:

5 mannafar – gentir 14-16             nýggj starttíð kl. 15.00

6 mannafar – kvinnur                     nýggj starttíð kl. 15.15

5 mannafar – dreingir 14-16          nýggj starttíð kl. 15.45

8 mannafar                                    nýggj starttíð kl. 16.00

5 mannafar – gentir 17-18             nýggj starttíð kl. 16.30

6 mannafar – menn                       nýggj starttíð kl. 16.45

5 mannafar – dreingir 17-18          nýggj starttíð kl. 17.15

10 mannafar                                 nýggj starttíð kl. 17.30

5 mannafar – kvinnur                    nýggj starttíð kl. 17.50

 

Flaggtíðir eru 5 minuttir áðrenn starttíð. Nyggja startrøðin sæst HER