Áminning !

Nevndin í Róðrarsambandinum vil við hesum bert minna feløgini á, at allar broytingar viðvíkjandi manningum skulu gerast gjøgnum tilmeldingarskipanina. Tvs. at kemur nýggjur rógvari umborð á onkran bát, ja so skal nýggjur manningarlisti sendast inn. Hetta skal gerast, hvørja ferð ein manning skiftir rógvara. Far inn á rsf.fo og vel “melda til”. Trýst loyniorðið, sum feløgini hava fingið upplýst. Síðani er bert at fylla teigarnar út og senda.

Nevndin kennir seg noydda at koma við hesi vinarligu áminningini fyri at venja feløgini við at brúka tilmeldingarskipanina heldur enn at senda okkum teldupostar um broytingarnar.

Eisini vera feløgini mint á at halda seg til tíðarfreistina í samband við broytingar í manningarlistunum. Tíðarfreistin er vanliga 5 dagar áðrenn næstu stevnu.

FLEIRI TÍÐINDI

RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
Vár Beach Sprint
Vár til EM í Beach Sprint
20251004_151621-scaled
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
fb_img_1784734374975
ÚRSLIT ÓLAVSØKA 2026
1 2 3 93
Scroll to Top