Almenn umbering til manningina á Nólsoyingi

Nolsoyingur

Í samband við hendingina á norðoyastevnu farna vikuskiftið, tá manningin á Nólsoyingi av órøttum var løgd undir at hava brotið grein 4  í reglunum hjá Róðrarsambandi Føroya viðv. báti og trygd, vil nevndin í Róðrarsambandinum fegin taka í egnan barm og alment umbera mistakið. Listin hjá lærmonnunum á Nólsoyingi, sum alt kjakið snúði seg um, var als ikki ólógligur, sum tað annars var borið fram av Róðrarsambandinum. At listin mátti takast úr bátinum, man heilt sikkurt hava órógvað manningina á Nólsoyinginum sera nógv í róðrinum hendan dagin, og tað harmast nevndin í Róðrarsambandinum um. Men gjørt er gjørt, og nevndin kann ikki annað enn læra av hesum og syrgja fyri, at sama mistak ikki hendir aftur.

FLEIRI TÍÐINDI

Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
fb_img_1784734374975
ÚRSLIT ÓLAVSØKA 2026
Udklip
STROYMING BARNARÓÐUR - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784734449661
MANNINGAR Á ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784734365285
STARTRØÐ - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784035373943
ÚRSLIT SUNDALAGSSTEVNA 2026
1 2 3 93
Scroll to Top