Róðrarsamband Føroya hevði eykaaðalfund leygardagin tann 30. januar. Til viðgerðar var ásetan av róðrarteinum. Fleiri uppskot vóru um ymiskar teinar. Aðalfundurin samtykti, at róðrarteinurin fram yvir verður 1.000 metrar í øllum bátastøddum. Tó verður barnaróður framhaldandi 500 metrar. Eisini varð samtykt, at klokkutíðir skulu ásetast, nær hvør einistakur róður skal byrja á eini stevnu.
Tað verður róð 1000 metrar á hesum stevnum í ár:
- juni: Norðoyastevna
11. juni: Sundalagsstevna í Hvalvík
18. juni: Eystanstevna í Runavík
2. juli: Jóansøka í Vági
9. juli: Fjarðastevna í Vestmanna
16. juli: Vestanstevna í Sørvági
28. juli Ólavsøka
Eisini var boðað frá, at allir nevndarlimirnir uttan ein, ikki stilla upp til nevndarvalið, ið verður á aðalfundinum 2. apríl. Sostatt skal ein nýggjur formaður, næstformaður og tríggir nevndarlimir finnast. Formaður og næstformaður verða valdir við beinleiðis vali.
Róðrarsamband Føroya