Aðalfundur 2020

Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya verður leygardagin 28. mars 2020, kl. 12.00 í ÍSF-húsinum við hesi skrá:

1. Val av orðstýrara

2. Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Ásetan av stevnudagfesting til næsta kappingarár
6. Ásetan av atgongumerkjaprísi

7. Val av nevndar- og tiltakslimum
8. Ymiskt

Ymiskt úr lógini:

Hvørt felag hevur rætt til trý umboð á aðalfundinum, har tó bert eitt hevur atkvøðurætt. RSF heitir á feløgini um at boða RSF frá, hvussu nógv umboð koma.

Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu verða RSF í hendi seinasta lagi 30 dagar fyri aðalfundin, og er hetta hósdagin 27. februar 2020 kl. 24:00. Uppskotini skulu sendast til [email protected]

Felag, ið hevur havt og hevur stevnu, hevur møtiskyldu.

Tey feløg, sum ikki møta á aðalfundinum, fáa ongan pening úr Stevnugrunninum, jf. grein 5 í lógunum fyri RSF.

Uppskot í samband við nevndarval skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin. Hetta er 14. mars 2020 kl. 24:00.

Formaðurin, tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir standa fyri vali. Eisini skulu veljast ein dómsnevndarlimur og ein varalimur fyri dómsnevndarlimin. RSF heitir á feløgini at boða frá, um tey hava umboð, sum eru áhugaði at stilla upp til valið.

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top