Keyp rógvimaskinu fyri bert 8700 kr.

Róðrarsamband Føroya bjóðar róðrarfeløgum og ítróttafeløgum og einstaklingum ja øllum at keypa spildurnýggjar rógvimaskinur fyri ein bíligan penga. Hesar maskinurnar eru av slagnum Concept2 Model D við PM5 monitori. Dagføringar av software skipanini má keyparin tó sjálvur átaka sær.

Avtala er gjørd við Concept2 í Danmark, sum selir maskinurnar, og Smyril Line Cargo, sum flytir maskinurnar heim. Avtalan ber við sær, at hvør rógvimaskina, íroknað mvg/flutning, kann keypast fyri kr. 8.700,00. Tvs., at til henda prís stendur hon klár at avheinta á bryggjuni í Havn.

Treytin fyri at kunna keypa rógvimaskinurnar er:

  • Hvørt felag/einstaklingur sendir RSF bílegging við ynski um, hvussu nógvar maskinur talan er um
  • Hvørt felag/einstaklingur bíleggur innan 12.feb 2016 • Peningurin fyri maskinurnar verður fluttur á konto hjá RSF innan 18.frb 2016.

Kontu nr hjá RSF 9181. 185-097-2

Teldupost til bílegging er.   [email protected]. Upplýs –navn og telefon,nr

Tá maskinurnar koma til landið, verður keyparin kunnaður og síðan avtala gjørd um avheintan.

Áhugaði at keypa rógvimaskinur kunnu venda sær til RSF tlf. 227553 ella á teldupost [email protected].

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1784035366238
STARTRØÐ - SUNDALAGSSTEVNA 2026
fb_img_1783371312010
ÚRSLIT VESTANSTEVNA 2026
Skærmbillede 2026-07-06 220838
STROYMING BARNARÓÐUR - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371430310
MANNINGAR Á VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1783371356861
STARTRØÐ - VESTANSTEVNA 2026
fb_img_1782841325650
ÚRSLIT FJARÐASTEVNA 2026
1 2 3 91
Scroll to Top