Aðalfundurin hjá RSF hevur ásett róðrarteinarnar

Róðrarsamband Føroya hevði eykaaðalfund leygardagin tann 30. januar. Til viðgerðar var ásetan av róðrarteinum. Fleiri uppskot vóru um ymiskar teinar. Aðalfundurin samtykti, at róðrarteinurin fram yvir verður 1.000 metrar í øllum bátastøddum. Tó verður barnaróður framhaldandi 500 metrar. Eisini varð samtykt, at klokkutíðir skulu ásetast, nær hvør einistakur róður skal byrja á eini stevnu.

Tað verður róð 1000 metrar á hesum stevnum í ár:

  1. juni: Norðoyastevna
    11. juni: Sundalagsstevna í Hvalvík
    18. juni:         Eystanstevna í Runavík
    2. juli:            Jóansøka í Vági
    9. juli:           Fjarðastevna í Vestmanna
    16. juli:          Vestanstevna í Sørvági
    28. juli           Ólavsøka

Eisini var boðað frá, at allir nevndarlimirnir uttan ein, ikki stilla upp til nevndarvalið, ið verður á aðalfundinum 2. apríl. Sostatt skal ein nýggjur formaður, næstformaður og tríggir nevndarlimir finnast. Formaður og næstformaður verða valdir við beinleiðis vali.

Róðrarsamband Føroya

FLEIRI TÍÐINDI

RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
Vár Beach Sprint
Vár til EM í Beach Sprint
20251004_151621-scaled
TILMELDING TIL BURN RÓÐUR & FM 2027 OPIN
482327294_634462249329953_1702384101170338514_n
Burn Róður 26/27
Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
fb_img_1784734374975
ÚRSLIT ÓLAVSØKA 2026
1 2 3 93
Scroll to Top