Stillað upp og royn TEG sum nevndarlim!
Hevur tú onkuntíð umhugsað, at sitið í nevndini hjá Róðrarsambandi Føroya og arbeitt fyri kappróðrinum? Brennur tú fyri ítróttagreinini og ynskir at geva títt íkast? Ja, so hevur TÚ møguleikan í mars!
Árligi aðalfundurin verður 14. mars 2026 og tá skulu 3 limir og 2 tiltakslimir veljast. Í nevndini sita 6 limir og 2 tiltakslimir.
Fyri at kunna stilla upp, mugu hesi viðurskifti tó vera í lagið:
- Tú mást hava verið limur í einum kappróðrarfelag í minsta lagi 1 mánaða.
- Títt kappróðrarfelag má hava luttikið til minst 2 FM stevnur seinastu 3 árini.
Um tú kanst krossa hesi bæði punktini av, so er tað fantastiskt! Um tú vilt vita meira, so ring til Anniku – á kontórinum – ella til Petur – formannin hjá RSF – og forhoyr teg. Ikki setast aftur! Eisini ber til at lesa meira inni á Lógir fyri Róðrarsamband Føroya, ið liggur á heimasíðuni rsf.fo.
Tað er umráðandi, at vit hava eina fult mannaða nevnd, við ágrýtnum fólkum, ið tora at taka ábyrgd, fólkum, sum brenna fyri okkara tjóðarítrótti, ið ikki eru bangin fyri nýggjum broytingum og megna at arbeiða í toymum – og til tíðir sjálvstøðugt.
Tørvur er eisini á fólki til undirnevndirnar hjá RSF – tá er ikki neyðugt at vera limur í nevndini – bert tú hevur áhugan!
Um hetta hevur fangað tín áhuga – sum vit vóna, at tað hevur – so bið títt felag, um at tilnevna TEG, við at senda ein teldupost til [email protected] ella ringja á skrivstovuna tlf. 267553.
Skrivstovan hevur vanligt opið hesar dagar: Týsdag, hósdag og fríggjadag frá kl. 9:30-14.30.