Livir í huga nú minnið um góðan mann

Tað vóru ófrættaboð at fáa, at Poul John Æðustein var deyður. Ein góður maður hevur lagt árarnar inn. Eitt vinahjarta er sloknað.

Góði Poul John.

Summi menniskju gera ikki so nógv um seg. Fara heldur fram í tí stilla og gera mun, har ið tørvur er. Mest fyri onnur.

Slíkur maður vart tú, Poul John. Hjálpsamur, evnaligur og trúgvur. Gjørdi ikki nógv burturúr, men var vísur um tað góða og hevði altíð stundir til eitt prát og eina hjálpandi hond.

Antin tað var á fundi á bonaðum gólvum ella úti á frontinum í regni og vindi, spleysandi ein enda, í tuflum og einum royki í kinnklovanum. Tá vart tú fullkomin og fell í eitt við landsynningin, hvílandi í sjálvum tær.

Soleiðis fórt tú frá okkum, og soleiðis sakna vit teg. Men tó at brosið er burtur, og hin hjálpandi hondin er ikki meira, so livir í huga nú minnið um góðan mann.

Hvíl í friði, góði Poul John, og takk fyri alt, sum tú vart fyri nevndina í Róðrarsambandinum og fyri kappróðurin í Føroyum.

Jesuspápi styrki tykkum, sum eftir sita.

Róðrarsamband Føroya

FLEIRI TÍÐINDI

fb_img_1778871903675
STROYMING ÓDNARTAK 2 - 2026
FB_IMG_1752657248605
ÚRSLIT ÓDNARTAK 2 – 2026 (EIÐI)
fb_img_1778882261032
MANNINGAR TIL ÓDNARTAK 2 - 2026
525204420_741859171923593_2043457191518796664_n
Ódnartøk á Eiði: Upptakt
FB_IMG_1778620123588
STARTRØÐ - ÓDNARTAK 2 - 2026 - Á EIÐI
Trygd og RSF undirskriva sáttmála
Trygd er Nýggjur Høvuðsstuðul hjá RSF
1 2 3 87
Scroll to Top