DM í inniróðri

Januar_2015_2

Leygardagin 31. januar blivu Føroyar ein danmarksmeistara ríkari. Tá framdi Sverri S. Nielsen úr Miðvági tað bragd at vinna danmarksmeistaraheitið í bólkinum Menn Sen. B (19-22 ár) í inniróðri. Kappingin var hildin í Gladsaxe. Men ikki nóg mikið við tí. Sverri setti eisini nýtt danskt met við tíðini 5.53,2. Hetta var uml. 1 sekund skjótari enn næstbesta tíðin hendan dagin.

KONICA MINOLTA DIGITAL CAMERA

Í fjør vann Sverri DM saman við tveimum øðrum rógvarum, eftirsum hesir tríggir komu á mál við somu tíð . Men í gjár var eingin ivi, tí Sverri var bestur av øllum. Hjartaliga tillukku við sigrinum skal ljóða frá nevndini í Róðrarsambandinum.

Annetta C. Eidesgaard og Linda Reidarsdóttir Klein luttóku eisini í DM í gjár. Annetta bleiv nr. 6 í sínum bólki við tíðini 7.15,5. Orsaka av veðrinum í Føroyum, slapp Linda ikki til Danmarkar sum ætlað. Hon náddi tí ikki at luttaka í kappingini, sum hon hevði meldað seg til. Men sum eitt plástur upp á sárið, róði Linda í sprintróðrinum hjá kvinnum og kom á mál við tíðini 0.38,3, sum rakk til eitt 2. pláss. Tillukku við tí.

Ikki sigast annað enn, at knotur eru í okkum føroyingum, og um vit vilja, ja so kunnu vit saktans røkka høgu tindunum innan rógving.

Úrslitini frá DM í inniróðri síggjast her: http://regatta.roning.dk/?regatta=dm2015&show=resultater

 

FLEIRI TÍÐINDI

Image_20261004_114019_482 (1)
STROYMING BURN RÓÐUR 2 2026/2027
Image_20261004_114019_437 (1)
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 2 - 2026/2027
Image_20250321_195740_024
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 2 – 2026/2027
RHM - Jóna Danielsen Okt 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - Oktober
20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
1 2 3 … 95
Scroll to Top